Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føstu nevndir býráðsins hava skipað seg

John William Joensen

Atli S. Justinussen, nýggjur formaður fyri Klaksvíkar Havn

Sambart heimasíðuni hjá Kl. Kommunu (www.klaksvik.fo) hava føstu nevndirnar í Klaksvíkar Kommunu skipað seg:

klaksvik.fo skrivar:
Sum fyriskrivað er í Kommunustýrislógini, skipaðu føstu nevndir býráðsins seg á teirra fyrstu fundum, sum vóru týskvøldið tann 4. januar 2005. Valdir vórðu formenn og næstformenn.

Mentanarnevndin samtykti at velja Gunvá við Keldu til forkvinnu og Jóruna Høgnesen til næstforkvinnu í nevndini.
Gunvá við Keldu, sum umboðar Fólkaflokkin í býráðnum, er nývald.

Jórun Høgnesen, sum varð vald í býráðið fyri Tjóðveldisflokkin, er afturvald. Hon var nevniliga forkvinna í mentanarnevndini undanfarna valskeið.

Í Sosialu Nevnd varð Jórun Høgnesen vald til forkvinnu, meðan Atli S. Justinussen er næstformaður.
Atli S. Justinussen, sum er nývaldur, umboðar Fólkaflokkin í býráðnum.

Tekniska Nevnd valdi Kristian Fríðrik Olsen til formann.

Kristian Fríðrik Olsen hevur verið býráðslimur vegna Fólkaflokkin út í eitt síðani 1981 og er mest royndi býráðspolitikarin í Klaksvíkar Býráð í løtuni.

Jórun Høgnesen er næstforkvinna í Teknisku Nevnd.

Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum varð valdur formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini, meðan Rani Nolsøe úr Tjóðveldisflokkinum varð valdur næstformaður.

Jákup Mikkelsen hevur áður sitið tvey valskeið í býráðnum, frá 1985 til 1992, meðan hetta er næsta valskeiðið hjá Rana Nolsøe. Hann var býráðslimur seinasta valskeið og varð afturvaldur.

Havnanevndin samtykti at velja Atla S. Justinussen til formann og Kristian Fríðrik Olsen til næstformann.

Harleyfacadeacryl