Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv – Klaksvíkar býráð: H. C. Andersen í Klaksvík 3. – 6. feb. 2005

John William Joensen

Klaksvíkar býráð, sum er vinarbýur við føðibýin hjá H. C. Andersen – Odense, hevur saman við Atlantis og skúlunum fingið fatur á “H. C. Andersen Paraduni”. Tey framføra ævintýrleikir eftir H. C. Andersen.

2005 er H. C. Andersen-ár – 200 ár eru liðin síðani H. C. Andersen varð borðin í heim – Tað verður gjørt nógv burturúr serliga í Danmark / Odense, men eisini úti í heimi. Ætlanin at gera nakað burturúr her heima.
 
H. C. Andersen Paradan er ungdóms teaturbólkur, sum er víða gitin, og hevur havt framførðslur í m.a. Kina, Hollandi, Belgu, Týsklandi og Onglandi, umframt í Danmark. Tey framføra á enskum, týskum og donskum máli.
 
Íklødd serliga prýðiligar búnar, sum hoyra ævintýrunum til, hava tey sermerkt seg við gjøgnumførdari skrá og hegnisligari samanseting úr flestu ævintýrunum eftir H. C. Andersen. Tónleikurin gevur eisini framførðsluni góðan ævintýrdám.
 
Tey kunnu bert koma til Føroyar: 3. til 6. februar 2005; tí alt komandi ár eru tey upptikin av framførðslum víða um. Ætlanin er, at tey framføra í skúlunum í Klaksvík, har skipað verður fyri serligum H. C. Andersen døgum. Eisini verða tey at síggja í Atlantis, SMS og møguliga í Norðurlandahúsinum.
 
Við í “H. C. Andersen Paraduni” eru 15 ungdómar og høvuðspersónurin "H. C. Andersen" – alias Torben Iversen, sum fortelur og er bindiliðið millum teir ymisku leikirnar.
 
Talan er um eitt tiltak, har øll familjan kann seta sær ein stóran kross í álmanakkan, fyri ikki at gloyma at minnast til eitt ógloymandi kvøld..
 
Fríggjadagin 4. Februar verður H.C. Andersen í Atlantis.