Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimsins hægsta brúgv

Erik Biskopstø

Í desember varð heimsins hægsta brúgv tikin í nýtslu

Millau brúgvin í Fraklandi er 343 metrar høg og sostatt hægri enn víðagitna Eiffeltornið. Kostnaðurin at byggja brúnna var uml. 400 mill. evrur.
Tað er sama byggifyritøkan, sum bygdi Eiffeltornið, sum hevur fíggjað verkætlanina. Afturfyri sleppur fyritøkan at taka bummgjald áljóðandi 4,6 evrur í 75 ár. Tað tók trý ár at byggja brúnna, og neyðugt var at nýta nýggjar byggihættir, sum ongantíð áður hava verið nýttir.