Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu (www.klaksvik.fo) verður samgonguskjalið hjá nýggja býráðsmeirilutanum kunngjørt
At menna Klaksvíkar Kommunu at møta avbjóðingum í sambandi við t.d. Norðoyatunnilin,
At raðfesta og samskipa menning innan trivnað, mentan og vinnulív,
Arbeiðsætlan verður gjørd á hvørjum málsøki sær og endurskoðað árliga,
At virksemi og allar ætlanir verða tengdar at eini neyvari fíggjarstýring og
At arbeiða víðari við samstarvi og samanlegging av kommunum.
Førdur verður ein varin fíggjarpolitikkur. Rakstrarútreiðslurnar eiga at tillagast búskapargongdini, tá inntøkugrundarlagið minkar. Tó eigur tænastan til borgaran við rationaliseringum og bygnaðarbroytingum at gerast betri.
Allar íløgur eiga at verða raðfestar soleiðis, at tað ikki verður neyðugt við so stórari lántøku, soleiðis at kommmunali raksturin ikki verður munandi tyngdur av rentubyrðu.
Gjørd verður langtíðarfíggjarætlan til tess at tryggja langsiktaðar málsetningar.
Virkast má fyri, at inntøkugrundarlagið í Klaksvíkar Kommunu gerst størri, og at skatturin verður lækkaður.
Klaksvíkar Havn er ein miðdepil í vinnulívinum í kommununi
Skapast skulu framvegis vinnuni á landi og sjógvi virkisgóðar umstøður undir skipaðum viðurskiftum.
Ídnaðarhavnin í Ánum verur fullførd sambært ætlan og fyriliggjandi sáttmála.
Í sambandi við at Norðoyatunnilin kemur upp við Borðoyavík, eigur av t.d. geografiskum orsøkum kanning at staðfesta, hvørt tað er møguligt at gera eina havn á Borðoyavík, og hvat ein slík kemur at kosta.
Ábøtur og liðugtgerð við bátahyljarnar í Árnafirði og á Borðoyavík verða framdar.
Hildið verður á at bøta um vegakervið, gongubreytir v.m., har hædd verður tikin fyri teim rørslutarnaðu, og víðkan og nýgerð av parkeringsplássum. Neyðugar ferðslubroytingar verða gjørdar.
Strongt verður á landsmyndugleikarnar, at vegasambandið frá Norðoyatunlinum norður um fjall verður loyst, møguliga við tunnli undir Kjølinum
Virkað verður fyri íbúðarbygging í miðbýnum.
Hildið verður fram við drekkivatnsútbyggingini í kommununi.
Mentan er avgerðandi fyri trivnaðin í kommununi.
Skúlaútbyggingar og ábøtur eru neyðugar, skulu børn og lærarar náa hesum máli.
Ætlanin við útbyggingini av Skúlanum við Ósánna verður eftirmett.
Fyrimunir og vansar við eini samanlegging ella samskipan av báðum skúlunum eigur at kannast.
Umstøðurnar við tónleikaskúlan, venjingarmøguleikar hjá tónleikarum yvirhøvur, mentanarhúsi, kappróðrarneysti og ungdómshúsi skulu kannast og raðfestast.
Ein nýggj ítróttarhøll verður stuðlað, og arbeitt verður víðari við eini loysn av KÍ-høllini.
Hildið verður fram at reinsa Ósánna, og uppskotskapping skal vísa á møguleikar, hvussu økið frá Grøvini og heim til miðbýin kann gerast til eitt spennandi íkast til at skapa hugna og trivnað í býi okkara.
Arbeiðsætlan verður gjørd fyri kommunalu kloakkirnar, soleiðis at hesar verða nútímansgjørdar og førdar út á streymasjógv.
Hildið verður fram at fríðka býin og at liva upp til slagorð kommununnar: Reinur og fríður, Klaksvíkar býur.
Dálkingarstøðan á vánni verður kannað, og neyðug átøk framd.
Agenda 21 verður tillagað okkara umhvørvisligu viðurskiftum og framd í verki.
Barnaansingin verður loyst, og málið er at veita borgarum okkara ansingartrygd.
Fyrireikingar verða gjørdar í sambandi við, at eldraøkið verður lagt út til kommununa at umsita.
Greiðari og betri býti millum land og kommunu í sambandi við málsøkini, sum verða løgd út til kommunurnar.
Kommunan virkar og skundar undir virksemið til frama fyri tey eldru.
Kristian Fríðrik Olsen
Gunvá við Keldu
Atli S. Justinussen
Jórun Høgnesen
Rani Nolsøe




