Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bumbumenn í Klaksvík fyri rættin

John William Joensen

Fýra mans verða nú ákærdir fyri brot á revsilógina, sum kann geva fongsulsrevsing, tí teir í spølni settu heilsuna hjá fólki í vanda, tá teir leygarmorguni tveittu skipsbumbur eftir fólki.

Av politistøðini í Klaksvík verður sagt at hendingin leygarmorgunin var so mikið álvarslig at fólk sum stóðu uttan fyri náttklubban, Fortuna í Klaksvík, kunnu hava fingið varandi mein.
 
Kastaðu skipsbumbur í spølni
Hendingin fór fram uttan fyri Fortuna umleið kl. 4 leygarmorgunin. Ein bilur kom koyrandi eftir Klaksvíksvegnum við fýra monnum, og bráðliga verður ein skipsbumba tveitt úr bilinum og inn millum fólk sum standa uttanfyri náttklubban.
– Uttan at nakar varnast brestur bumban mitt millum fólki, og hendingin var somikið álvarslig at fólkini kunnu hava fingið varandi mein av brestinum.
– Løtu seinri kemur sami bilur fram við aftur og aftur hesuferð verður skipsbumba tveitt móti dansistaðnum, men hesaferð vóru eingi fólk á gøtuni.
– Talan er um eina álvarsama hending og tí vera teir fýra mennirnir sum vóru í bilinum ákærdir fyri brot á revsilógina, sum kann geva fongsulsrevsing, varð sagt av politistøðini í Klaksvík í morgun.
Politisturin vit tosaði við sigur at hendingin verður tikin í stórsta álvara, tí slík framferð beinleiðis er ein hóttan móti heilsuni hjá fólki.