Jú, yvirskrivtin er røtt. Fríggjadagin verður Norðlýsið borið í hvørt hús í Føroyum uttan í høvuðsstaðnum.
Fiskivinnan og Suðuroyggin mugu sigast at vera høvuðskjakevnini í løtuni. Í kjakinum um Suðuroynna, kenna vit norðoyingar okkum aftur frá kreppuárunum í 90-unum og tí fylgja vit væl við í tí orðaskiftinum. Vit halda eisini, at kjakið til tíðir er farið eitt sindur av leið, tá samanborið verður við Norðoyggjar og tað hava vit hug at gera okkara viðmerkingar til.´
Tey, ið vilja hava eitthvørt við í blaðið fríggjadagin, lýsingar ella greinar, mugu senda okkum tilfarið í seinasta lagið ímorgin mikudagin.
Blaðið kemur sum sagt í hvørt hús í Føroyum uttan í høvuðsstaðnum.




