Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hondbóltssunnudagur

Oliver Joensen

Nú sunnudagin kemur VB at vitja Stjørnukvinnurnar. Í hesum sambandi skipar Stjørnan fyri annarleiðis hondbóltssunnudegi.

Dysturin er settur at byrja sunnudagin kl. 15.00, men gongst sum Stjørnan ætlar, so skulu vit áskoðarar longu møta kl. 13.00 sunnudagin. KÍ-kafein verður ramman um hondbóltstiltakið, tí har verður borðreitt við døgurða fyri teir áskoðarar, ið hava hug at tekna seg til tiltakið. Tað er Elisabeth av Viðareiðið, ið stendur fyri matgerðini og eftir døgurðan verður mótasýning.
Áðrenn dysturin byrjar, koma venjari og liðformaður á vitjan í KÍ-kafeiini, har greitt verður frá taktiska upplegginum til dystin og høvi verður eisini hjá áskoðarunum at seta fram spurningar. Kl. 15.00 verður síðani farið til hondbóltsgysaran ímillum Stjørnuna og VB.
Men um tiltakið skal vera til nakað, er neyðugt at fólk bíleggja borð í góðari tíð. Kostnaðurin er 150,- kr. fyri døgurða, undirhald og hondbóltsdystin.
Borðbílegging kann gerast við at ringja 755704 í seinasta lagið fríggjakvøldið kl. 21.00.
Aftur mikukvøldið verður dystur ímóti VB, tá Stjørnan og VB hittast til seinna dystin í steypakappingini.