Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í dag verður George Bush tikin í eið sum amerikanskur forseti tey næstu 4 árini.

John William Joensen

Hetta er 55. ferðin at amerikanarar svørja inn ein forseta og George Bush er nr. 43 í røðini av amerikonskum forsetum.

Øll hendan vikan hevur verið ein røð av almennum tiltøkum har amerikanarar hava heiðra forsetanum, og í gjár var forsetin til eina sokallaða "Celebration of Freedom" konsert har hann m.a. tosaði eitt sindur um hvørji mál hann hevði sett sær fyri tey komandi fýra árini:
" Í morgin, fari eg aftur at svørja tjóðini eið og í hesum sambandi fari eg at tosa um  frælsi.
Frælsi er tað sum sameinir tjóð okkara og gevur heiminum vón og fer at leiða okkum til eina framtíð í friði. Vit hava fingið eitt kall frá hinumegin stjørnuarn at umboða frælsi og Amerika fer at vísa kallinum trúfestið¦."
Hátíðarhaldið verður seinraparin í dag og eitt nú fer DR1 at vísa beinleiðis frá hátíðarhaldinum kl. 17 og BBC World byrjar at senda frá kl. 16:30

Harleywoodpaint