Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aftur ein stórsigur til Klaksvíkar Talvfelag

John William Joensen

Við 3½ – ½ stórsiguri á Talvfelagnum Streymi um vikuskiftið.

Við 3½ – ½ stórsiguri á Talvfelagnum Streymi um vikuskiftið heldur besta liðið hjá Klaksvíkar Talvfelag fast um oddasessin framman fyri besta talvliðnum hjá havnarmonnum, ið vann líka so sannførandi um vikuskiftið.
Sum støðan í løtuni er í sterkastu talvkappingini her á landi, so verður kappingin um føroyameistaraheitið ikki avgjørd fyrr enn á seinasta leikdegi, tá Klaksvík og Havnin møtast í einum dysti, sum sostatt verður ein rættiligur finaludystur um FM.
Sum støðan er, liggur KTF fremst við 2½ stigi meira enn HT.
Næst seinasti dysturin er ímóti kollfirðingum á heimavølli í Skákinum, og so er tað finalan á seinasta leikdegi ímóti havnarmonnum.
Spenningurin er sostatt stórur í kappingini.