Tomislav Sivic, sum fyrr hevur verið leikandi venjari hjá bæði VB, B36 og KÍ, hevur seinastu árini verið venjari hjá U-17 landsliðnum hjá Serbia og Montenegro.
Í næstum fer Tomislav tó í nýtt starv, hann skal venja 1. deildarliðið FK Smederevo, sum sambært heimasíðuni hjá UEFA er nr. 10 í Serbisku 1. deild í løtuni. Tomislav Sivic vísir á heimasíðuni hjá UEFA á, at hann hevur havt ynski um at arbeiða sum venjari í fulla tíð, og hetta er bert gjørligt um ein er venjari hjá einum felagið.
Kelda: UEFA/Suðurrás




