Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bestir í Klaksvík

John William Joensen

Bridge: Í landskappingini Føroya Bjór Simultan var besta parið í Klaksvík Jógvan Clementsen og Páll Sigmund Sørensen. Í uppgerðini fyri alt landið vóru teir nummar sjey

Í bridge-kappingini Føroya Bjór Simultan verður spælt á fimm ymiskum støðum í landinum, í Suðuroynni, í Vágum, í Havn, í Eysturoynni og í Klaksvík. Øll spæla somu kort, ið eru løgd frammanundan, og tí ber til at sammeta øll úrslitini.
Kappingin var seinasta leygardag.
Tað er eisini at vinna at vera best á einum spælistaði. Í Klaksvík vóru vinnararnir enn eina ferð Jógvan Clementsen og Páll Sigmund Sørensen, sum gjøgnum árini hava vunnið nógvar bridgekappingar. Hesa ferð vóru teir eitt vet framman fyri nummar tvey og trý.
Tá gjørt var upp fyri alt landið, vóru teir nummar sjey, beint aftan fyri nummar seks. Men so nógv, nógv fremstir vóru Bogi Simonsen og Jákup Hjaltalin í Havn. Teir høvdu skoruna 75,8 prosent, vunnu so  stóran part av tí, ið var at vinna.
Klaksvíkar Bridgefelag heldur til á loftinum á Biskopstøð, har Norðoya Heimsvirki og teldustovan eru. Spælt verður mánakvøld og mikukvøld, tá ið vanliga 16 fólk møta. Felagið kundu ynskt sær at fingið fleiri limir, og eru tað fólk, sum kundu hugsað sær at spælt ella lært spælið, eru tey altíð vælkomin. Aldur hevur einki at siga. Vanliga verður sagt, at einasta krav er at duga at telja upp í 13. 

Harleywoodpaint