Fríggjadagin frá kl. 9 – 14 kunnu øll við áhuga koma á Tekniska Skúla, at síggja hvat skúlin hevur at bjóða.
SIT- og HT-næmingar vísa, hvat tey takast við dagliga. Tað er áhugavert at síggja úrslitið frá evnisdøgunum, har næmingarnir hava kanna ymisk samfelagsviðurskifti í Klaksvík. M.a. eru fasta sambandið og handilsmiðstøðin í brennideplinum. Á Timburdeildini eru HT-næmingar í gongd við eitt projekt fyri
Kunningarstovuna og Klaksvíkar kommunu. Hetta koma vit, at síggja meir til í býnum einaferð í summar. Hartil er mangt annað forvitnisligt innan miðlatøkni og alis- og evnafrøði.




