Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskir ungdómar á danskar sendistovur

John William Joensen

Vitan er hornasteinurin í nútíðar kappingarføri.

Vit eiga at nýta okkara samstarv við Danmark til at fáa ungar føroyingar í starvsvenjing á donskum sendistovum úti í heimi. Á henda hátt fáa vit ungdóm, sum kann hjálpa føroyskum vinnulívi at kappast á útlendskum marknaðum.
Í samstarvi við danir, sum hava sendistovur í hópin av londum, fer Sambandsflokkurin at arbeiða fyri at fáa ungar føroyingar í starvsvenjing á donskum sendistovum úti í heimi og á henda hátt uppbyggja ein førleika, sum bæði vinnulív og tað almenna kunnu nýta gott av.
Soleiðis kunnu vit gera tað lættari hjá núverandi og nýggjum útflutningsvinnum at fáa ráðgeving. Ung fólk við arbeiðsroyndum frá sendistovum kunnu eisini veita vinnulívinum vitan um útflutningsmarknaðir, vit ikki áður hava troytt.
Neyðugt verður frameftir við fleiri fólkum við serkunnleika til at røkja tær uppgávur, sum fylgja við, tá vit fáa størri uttanríkispolitiskan leiklut.
Hesum fara vit í Sambandsflokkinum at arbeiða fyri.

Bjørn Kalsø