Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ hevur aðalfund 28. februar

John William Joensen

Í blaðnum í morgin lýsir Klaksvíkar Ítróttarfelag til aðalfund har m.a. tveir nevndarlimir standa fyri valið

Í lýsing í Norðlýsinum í morgin boðar KÍ  til aðalfund, sum verður í hølum felagsins tann 28. februar kl. 20.
– Innkomin uppskot skulu vera Starvsnevndini í hendi í seinasta lagið 8 dagar áðrenn, stendur í lýsingini.

Á skránni er nevndarval og í nevndini sita: Gestur Hovgaard, formarður, Karl Birgir Isaksen, næst formaður og Nichels Lützen, skrivari.
Hesuferð standa Karl Birgir og Nichels fyri valið og í skrivandi løtu er ógreitt um teir taka við afturvalið.