Í samband við eitt mál um alment innlit, í arbeiðinum hjá barnaverndini, saksøkir Klaksvíkar Kommuna nú presti.
Tað var sóknarpresturin, Hans Eiler Hammer, sum bað um alment innlit í arbeiði hjá barnaverndini, og hóast Kommunan ikki vildi geva presti innlit, gav almannastovan presti viðhald og heitti á Klaksvíkar Kommunu um at geva presti alment innlit í málið hjá barnaverndini.
Men nú hevur Klaksvíkar Kommuna lagt málið fyri rættin har álagt verður rættinum at frádøma presti rætt til alment innlit.
Vit hava roynt at fingið viðmerkingar frá pørtunum í málinum, men hvørgin parturin vil gera viðmerkingar.




