Stórt átak ímóti tubbaki verður fyri næmingum frá 6. til 10. flokk í KFUM og K hósdagin. Endamálið er at kunna næmingar og vísa á vandan við royking.
Hósdagin skipa Heilsu- og umhvørvisnevndin í Klaksvíkar býráð og skúlarnir í kommununi fyri áhugaverda tiltakinum roykfríur skúli, har allir næmingar úr 6. til 10. flokk luttaka.
Á hvørjum ári verður kanning av roykivanunum hjá næmingunum gjørd, og higartil hevur roykingin víst seg at verið víkjandi. Tí er tað við stórum spenningi, at vit bíða eftir úrslitinum hesu ferð.
Annars setir Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, átakið í ár. Jákup Veyhe fer at avdúka ársins plakat, sum Edvard Fuglø hevur gjørt til høvið í ár.
Nósabarnaprixvinnarin, Ingibjørg úr Mikladali, fer at syngja nakrar sangir, og úrslitið av ársins kanning av roykivanunum hjá næmingunum verður løgd fram.
Harumframt verður vinnarin av yrkingakapping avdúkaður, og skreytbløð verða handað til teir flokkar, har eingin næmingur roykir, umframt annað, sum er á skránni.




