Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ábøtisdagur í KÍ

Guttorm Sørensen

Leygardagin 26. februar, verður farið undir at gera ábøtur á ymiskt í KÍ.

Ætlanin er at byrja við morgunbreyð og kaffi, áðrenn tað verður lagt til brots við at rudda, vaska, smíða, skrúva osv.
Vindeygu, gólv og veggir skulu vaskast. Nakað av rekkverki skal skiftast. Kjallararúm skal ruddast, og onkur skilaveggur skal smíðast upp. 
Longu nú hava fleiri, sagt seg vera ja-ligan fyri at vera við í nakrar tímar. Og vónað vit sjálvandi, at hópin av fólki kemur, soleiðis at hølir og annað, kann fáa neyðugu ábøturnar.
Í vikuni blivu ábøtur gjørdar á gongubreyt runt vøllin og net í málunum sett í stand, so nú er bara at halda tørn…

Byrjað verður leygarmorgunin kl 09.00 og halda vit áfram, til vit meta at vit kunnu fara heim….

Liðið tað eitur KÍ – KÍ, tað eru VIT!!!!

Um spurningar ella annað, so eru tit vælkomin at ringja til formannin Gestur Hovgaard á 22 38 56 ella ungdómsvenjaran Finn Johannessen 21 25 60.