Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tríggir mans handtiknir

John William Joensen

Í nátt handtók politiið tríggjar mans og tá vit tosaðu við politstøðina í morgun var sagt at teir skulu hava fatur á einum manni afturat.

– Talan er um ungt fólk har tann eini er yngri enn 18 ár. Handtøkurnar eru gjørdar í samband við stuldurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið gjárakvøldi, men er einki í løtuni sum bendir á at teir eisini hava framt herverkini kring um í býnum, var sagt av politistøðini.
Politiið hevur eisini mistanka um at somu menn hava verið umborð á Ternuni fyrranáttina har m.a. ein VHF sendari varð stolin.
Politi hevur verið kring um í býnum í nátt og av politistøðini verður sagt at kanningarnar í málunum halda fram í dag.