Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgreglan tørvar upplýsingar

John William Joensen

Hóast málið um medsinkistuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsið er uppklárað, so er tað greit at hetta málið einki hevur við herverkini kring um í býnum at gera

Av politistøðini verður upplýst at teir mangla upplýsingar frá fólki, tí onkur má hava sæð okkurt tá fleiri bilar vóru árendir kring um í býnum og eldur var settur á ein vøruvong.
–  Nú eru nakrir dagar farnir síðan herverkini vóru framd og vit fara í hesum sambandi at heita á fólk, sum halda seg hava sæð okkurt, um at tosað við okkum.
–  Ikki er neyðugt hjá fólkið at standa alment fram, tað kann gerast í allari stillheit, tí slíkir upplýsingar hava stóran týdning fyri arbeiði hjá okkum, var sagt av politistøðini í morgun.