Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ætlað at fremja umfatandi broytingar í Klaksvíkar Ítróttarfelag

John William Joensen

Leiðslan í Klaksvíkar Ítróttarfelag arbeiðir við at broyta lógir felagsins so felagið fær ein meiri tíðarhóskandi bygnað.

Mánakvøldið 21. mars hevur Klaksvíkar Ítróttarfelag aðalfund og sum skilst verða lógarbroytingar á skránni.
Formaður felagsins, Gestur Hovgaard, sigur at í løtuni dugur hann ikki at siga hvussu roknskapurin hjá felagnum kemur at verða.
– Í fjør høvdu vit eitt yvirskot, men vit hava brúkt stóra orku upp á at betra hølisviðurskiftini hjá felagnum og hetta fer uttan iva at síggjast aftur í roknskapinum.

Lógarbroytingar
Tað hevur leingið verið tosað um at broytt bygnað, og á komandi aðalfundinum kemur leiðslan við uppskoti sum skal moderniserað felagið innanífrá.
– Í dag hevur tú starvsnevnd, fótbóltsdeild og hondbóltsdeild, men nú er ætlanin at leggja ítróttarligu og fíggjarligu ábyrgdina saman í eina eind.
– Ovasti myndugleikin verður framvegis aðalfundurin og síðani verður ein nevnd vald, sum kemur at hava bæði fíggjarligu og ítróttarligu ábyrgdina.
– Í nevndini verða 5 limir har ábyrgdarøkið hjá hvørjum einstøkum limi verða lógarfest.
T.d. hevur ein limur hondbóltin, ein annar fótbóltin o.s.fr.. Limirnir í Nevndini hava síðan ábyrgd av at skipað síni økið.
Tær tríggjar verandi nevndirnar, starvs-, hondbólst- og fótbóltsnevndin verða soleiðis lagdar saman í eina nevnd, sum sostatt kemur bæði at hava fíggjarliga og ítróttarliga ábyrgd.
– Harafturat er ætlanin at velja eitt ráð, sum hevur eina breiða samanseting. Hetta ráðið verður mannað av áhugabólkum og feløgum sum hava tilknýtið til KÍ  t.d. Áhugafelagið, KÍ stuðlar Tórshavn, Stjørnu stuðlar o.s.fr..
– Ráðið er ráðgevandi og eftirmetandi, men hevur ikki avgerðarmyndugleika.

Umráðandi at styrkja fíggjarstøðuna
Gestur Hovgaard sigur at stórsta avbjóðingin hjá felagnum er at styrkja seg fíggjarliga, men hetta arbeiðið kemur at taka tíð.
– Tað er umráðandi at vit fáa moderniserað bygnaðin í felagnum, tí hetta hongur tætt saman við hvussu felagið kemur at virkað í framtíðini.
– Í hesum sambandi hevur fíggjarligið parturin stóran týdning, og vænti eg at tað kemur at taka eini trý til fimm ár til við eru komnir í eina tryggja legu.
– Síðan eg tók við sum formaður hevur starvsnevndin arbeitt við at fáa ein greiðan skilnað millum felagið og høllina og at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir høllini og felagnum.
– Ætlanin var at felagið skuldi selja høllina til ein sjálvsognarstovn, men hetta eydnaðist ikki og sjálvur haldi eg at hetta er sera óheppið.
– Tó er avgjørt at velja eina hallarnevnd sum kemur at umsita høllina, og býráðið hevur eisini hækka stuðulin til høllina, soleiðis at nú er møguleiki hjá høllini at fáa ein rakstur sum hongur saman.
– Høllin verður tó ikki ein sjálvsognarstovnur tí tað verður framvegis KÍ sum eigur høllina og tað haldið eg vera stórt spell tí tað merkir so at tað framvegis verður KÍ, sum kemur at hefta fyri høllina. Tí verður felagið noytt til at hava vakið eygað við tí sum hendir við KÍ-høllini.

KÍ høllin eigur fyrst og fremst at verða fyri ítróttarfeløgini
Formaðurin í KÍ er sera bersøgin tá hann verður spurdur um kritikkin frá øðrum ítróttarfeløgum har funnist verður at at KÍ hevur framíhjárætt í høllini.
– Tað er rætt at Stjørnan hevur fastar tímar í høllini, men onnur feløg brúka sanniliga eisini høllina, men eg skiljið væl feløg sum Fimleikarfelagið tí tey hava ikki góðar umstøður, men tað er ikki rætt tá sagt verður at KÍ brúkar høllina, sum tað vil, tí eitt nú fótbólturin hevur als ongar tímar í høllini.
– Sjálvur haldið eg at KÍ høllin fyrst og fremst eigur at vera til ítróttarfeløgini tí tað kann ikki vera rætt at høllin verður brúkt til "hyggu-fótbólt" samstundis sum ítróttarfeløgini hava stórar trupuleikar at útvega hølir.

UEFA krøvini
Formaðurin í KÍ, sigur at í løtuni hevur KÍ trupuleikar við at uppfylla UEFA-krøvini.
– Tað er umráðandi at vit fáa kjallaran í høllini gjørdan soleiðis at hesin kann hýsa aktiviteunum sum eru í samband við fótbólt.
– Í løtuni uppfylla vit ikki krøvini frá UEFA á hesum økinum og skulu vit framhaldandi vera umboðað í fremstu deildini so er neyðugt at vit fáa, skiftingar-, brúsu-, dómara- og doupingrúm. 

Gott samstarv við býráðið og sparikassan
KÍ formaðurin sigur at felagið hevur eitt sera gott samstarv við leiðslurnar í býráðnum og í Norðoya Sparikassa.
– Eg kenni at tað er sera stór vælvild frá myndugleikunum og sponsorum at stuðla ítróttini, men sjálvandi vera altíð ymiskar meiningar hvussu hesin stuðulin verður best brúktur.
– Eg haldið at vit bæði á kommunala- og landspolitiska økinum mangla ein ítróttarpolitikk. Hetta skuldi verið ein strategi um hvussu vit menna ítróttina og hvørjir málsetningar verða settir.

Fegin um ungdómsarbeiði
Gestur Hovgaard er sera fegin um at KÍ hevur eitt vælvirkandi ungdómsarbeiði.
– Tað er hugaligt at staðfesta at vit nú byrja at síggja úrslit av tí stóra ungdómsarbeiðinum sum verður gjørt í felagnum.
– KÍ er jú ikki bara eitt elitufelag, har alt snýr seg um fremstu liðini. Stórsti parturin av arbeiðinum gongur fyri seg í ungdómsdeildunum og tey góðu úrslitini, sum felagið hevði í fjør, bera boð um at vit hava gott í væntu.
– Eisini trúgvi eg at felagið hevur gott fólk á 1.deild og at vit í fremstu deildini fara at kappast við fremstu feløgini í landinum.

Aðalfundurin
Klaksvíkar Ìtróttarfelag hevur aðalfund mánakvøldið 21. mars kl. 20 umframt omanfyrinevndu lógarbroytingar er eisini nevndarval á skránni.
Formaðurin stendur ikki fyri valið hesumferð, men tað gera næstformaðurin, Karl Birgir Isaksen, og skrivarin, Nichels Lützen, og í løtuni er óvist um teir taka við afturvali.