Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyska tyrlumanningin sat í tveir tímar og bíðaði eftir boðum meðan sjómenn vóru í havsneyð norðanfyri

John William Joensen

Um føroysku myndugleikarnir høvdu tikið neyaðarkallið frá íslendska farmaskipinum Jøkulfell mánakvøldið 7. februar í álvara beinanveg, so hevði trylan hjá Atlantsflog verið hálvan annan tíma fyrr á staðnum enn danska sjóverjutyrlan.

Vit hava ikki enn fingið viðmerkingar frá sjóbjargingarstøðini men tað er greitt at føroyska tyrlan kundi verið hjá Íslendska skipinum longu kl. 9 tí hon hevði havt góðan undanvind á leiðini út til skipið.
Ístaðin fær tyrlan boð um at bíða og Brimil, Tjaldri og Vædderen byrjað at sigla við kós móti Jøkulfelli.

Væderen gjørdi alt sum gerast kundi
Umstøðurnar hetta kvøldið vóru alt annað enn góðar hjá danska sjóverjuskipinum Væddern. Veðrið var sera vánaligt og turpult var at fáa tyrluna út á dekkið og klárgjørda, men tá danska sjóverjuskipið fekk neyðarkallið avgjørdi skiparin at senda tyrluna avstað, tí teir mettu tað vera av stórum týdningi at kannað neyðarkallið.
Danska sjóverjuskipið er tá statt einar 110 fjóðringar frá neyðarkallinum og føroyska tyrlan er hesa løtuna á flogvøllinum í vágunum sum er umleið 90 fjóðringar frá neyðarkallinum.
Tað kravdi gott teamwork at fáa tyrluna á Vædderen á flog í ódnarveðrinum, meðan tað neyvan hevði tikið somu orku at rulla tyrluna hjá Atlantsflog út úr hangarinum á flogvøllinum.
Harafturat skulu vit hava í huga at tyrlan hjá Atlantsflog er munandi størri, hevur størri motormegi og hevur meiri av brennievni og kann tí eisini vera longri á flogi enn danska tyrlan.
Tyrlan frá vædderen er hjá Jøkulfellið kl. 10:20 (sambart Dimmu) og er hetta umleið hálvur annar tími seinri enn føroyska tyrlan hevði kunna verið á staðnum.
Tyrlumanningin staðfestir at skipið er koppað og at fimm mans flóta í sjónum.
Teir bjargað síðani monnunum men av tí at tyrlan nú var sera tung,  varð avgjørt at flúgva aftur til Vædderen við monnunum. Síðani fær føroyska tyrlan boð um at fara avstað og tá hon kemur á staðið kunnu føroysku flogskipararnir bert staðfesta at skipið er sokkið og teir halda so fram at leita.
Føroyska tyrlan er ikki hjá skipinum fyrr enn umleið kl. hálvgun tólv og tá er einki at síggja.

Sótu í tyrluni og bíðaðu
Føroysku tyrluskipararnir hava tá sitið í tyrluni hjá Atlantsflogi í meiri enn tveir tímar og bíða eftir loyvið frá sjóbjargingarstøðini um at sleppa at luttaka í bjargingini.
Tað er ikki ringt at gita at tað má kennast svárt hjá føroysku tyrlumanningini at vita at teir hava sitið og drukkið kaffi meðan menn hava verið í havsneyð og at teir høvdu allar fortreytir at verið skjótir á staðnum.

Landsstýrismaðurin skal svara
Tórbjørn Jacobsen, tinglimur, sum hevur sett ein fyrispurning fram til landsstýrismannin í fiskivinnumálum um framferðarháttin hjá føroysku sjóbjargingarstøðini sigur seg ikki skilja hví føroyska tyrlan ikki var send avstað beinanvegin.
– Vit hava lagt eina kvart milliard krónur í tilbúgving í Føroyum seinastu árini og tá so eitt skip kemur í havsneyð 55 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni, bíða føroysku myndugleikarnir við at senda tyrluna á staðið.
– Tá fysisku karmarnir eru upp á pláss er óskiljandi at alt ikki verður sett í verk fyri at koma fram til neyðstadda skipið so skjótt sum gjørligt, sigur tinglimurin Tórbjørn Jacobsen.

Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, fer at svara fyrispurninginum í tinginum seinrapartin í dag.

Harleywoodpaint