Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telefonbókin 2005

John William Joensen

Telefonbøkurnar koma nú í viku 10, og verða liðugt útbornar um mánaðarskiftið mars/apríl .

Borið verður út til allar fastnetskundar í Føroyum, og eru tað fleiri enn 26.000 bøkur, ið skulu berast út. Postverk Føroya hevur útberingina um hendi.
 
Fartelefonkundar í Føroyum fáa ikki bókina sendandi, men hesi hava møguleika at ogna sær eintøk í Telebúðunum kring landið fyri 50,- kr. eintakið. Í ár eru telefonbøkurnar bara framleiddar við vanligari permu (Paperbacks-cover). Eins og undafarnu ár, verða Teletíðarkundar ikki upptiknir í telefonbókini.
 
Telefonbókin  er prentað í 30.500 eintøkum á Prentsmiðjuni Oddi hf. í Reykjavík. Í vavi er telefonbókin 2005 vorðin 16 síður fleiri og telur nú 688 síður.
Av størri broytingum kann nevnast, at GSM-kundar hjá Kall Telecom eisini eru við.
 Harumframt er eitt yvirlit á Bláu síðunum, sum vísur allar tænastur hjá Føroya Tele. Tænasturnar eru vístar í   bókstavarøð, soleiðis at lættari er  at finna tær. 
 
Føroya Tele vónar, at Telefonbókin verður hent at hava í árinum 2005, sum tykist gerast eitt spennandi ár á fjarskiftisøkinum.
 
Eru spurningar viðvíkjandi Telefonbókini 2005, eru fjølmiðlarnir vælkomnir at ringja til Føroya Tele
tlf. 30 30 30 – Martin D.Brodersen, Gulu Siður, ella Sigrun Danielsen, Hvitu Siður.