Tað er einki at ivast í, at Marius Dam hevði grein í sínum máli tá hann kallaði Bárð Nielsen fyri "politiskan analfabet".
Tað sær út til, at Bárður Nielsen als ikki hevur føling við, hvat fyriferðst úti í økjunum kring landið. Í vikuni kom hann við fráboðan um, at Toll og Skatt í Klaksvík skal leggjast í Gøtu, har Toll og Skatt frammanundan ikki hevur havt deild.
Tað mundi vera fáur, ið væntaði at uppskotið frá umsitingini, um at flyta Toll og Skatt í Klakvík, ið hevur virka væl, úr økinum og í ringasta fall mundu flestu vænta, at kappingin fór at standa ímillum Klaksvík og Runavík.
Sjálvandi væntaðu vit at Klaksvík fór at standa sterk í so máta, tí við at hava Toll og Skatt her í økinum, lá hon í nærumhvørvinum í einum tættbygdum øki her 5000 fólk búgva, tað vil siga, at í minsta lagið 5000 fólk høvdu stuttan veg til skrivstovuna.
Við at leggja Toll og Skatt í Gøtu, skulu allir norðoyingar, ið hava nakað at gera á skrivstovuni hjá Toll og Skatt, koyra til Gøtu og harafturat næstan øll tey 9000 sum búgva í eysturoynni.
Politiskt skal havast í huga, at tá talan er um økisskrivstovur hjá Toll og Skatt, so var fyrsti sokallaði "skattaeksperturin", sum á sinni settur varð í Føroyum uttanfyri Havnina, settur av Klaksvíkar Kommunu og tí var deildin her ein teirra sum virkaði best.
Ikki minst má sigast at Bárður Nielsen er klossugtur tá hugsað verður politiskt, tí Sambandsflokkurin hevur verið sera pinkulítil í Norðoyggjum líka síðani tíðina hjá Óla í Skúla ella síðani áðrenn læknastríðið og fyrst nú, tey allarseinastu árini byrjar at líkjast. Tað er onki at ivast í, at flokkurin fer at fáa tað tungt til næsta val tá greiðast skal veljarunum frá, hvørjar sakligar orsøkir vórðu til at flyta Toll og Skatt. Tað er eyðsæð, at Sambandsflokkurin verður taparin í hesum talvi. Avgerðin ber brá av politiskum meðviti á sera lágum støði og líkist mest útløgdum fótonglum fyri framburðinum hjá flokkinum í Norðoyggjum.
Oliver Joensen




