Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Kommuna mist eina millión í fíggjarskandalu

Oliver Joensen

Fyri stuttum fór íløgufelagið Phoenix Kapitaldienst í gjaldssteðg orsakað av óreglusemi og í hesum sambandi hevur Klaksvíkar Kommuna mist eina millión krónur.

Tað hevur ljóðað í allan dag, at Klaksvíkar Kommuna var ein av investorunum, ið misti pening í samband við gjaldssteðgin hjá íløgufelagnum Phoenix Kapitaldienst, ið hevur boðið føroyingum at gera íløgur við stórum vinningi.
Vit vendu okkum til borgarstjóran Steinbjørn O. Jacobsen við spurninginum og hann váttar at so er, men sigur, at fundur skal vera í býráðnum í kvøld um málið og at vit skulu fáa eitt tíðindaskriv eftir fundin, helst um áttatíðina.
So skjótt vit hava fingið tíðindaskrivið um hetta álvarsmál í býráðnum, leggja vit tað út á netið.

Harleyfacadeacryl