Hóast danska dóttirfelagið hjá Phoenix Kapitaldienst er undir danska fíggjareftirlitinum so verður peningurin setur í týska felagið, og hetta felagið er ikki undir danska Fíggjareftirlitinum
Í tíðindakrivinum frá Klaksvíkar Býráð stendur at kommunan metur seg hava gjørt neyðugt forarbeiði fyri at tryggja at peningurin var í tryggum hondum.
Í tíndinaskrivinum frá Klaksvíkar Býráð stendur soleiðis:
….Kommunan metir seg í hesum máli at hava gjørt alt neyðuga forarbeiðið sum skal til fyri at tryggja, at pengarnir vóru í tryggum hondum. Váttan er fingin til vega frá Finanstilsynet, um at felagið er skrásett og hevur loyvi at reka fondsmeklaravirksemi í Danmark…..
Peningurin ikki í donskum hondum
Tað er rætt at týska íleggjarafelagið hevur eitt dótturfelag í Danmark, sum er skrásett hjá danska fíggjareftirlitinum, men Fíggjareftirlitið vísur á at íløgupeningurin verður settur í týska felagið og hetta felag er ikki undir danska fíggjareftirlitinum.




