Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ófrætta tíðindi úr býráðshúsinum

John William Joensen

 
Tað var ikki hugaligt at frætta úr býráðshúsinum mikudagin, tá borgarstjórin váttaði fyri Norðlýsinum at Klaksvíkar Kommuna hevði mist eina millión í samband við óhugnaliga krakkið hjá íløgufelagnum Phoenix Kapitaldienst.
Sum skilst, so er hetta íløgufelagið farið á gjaldsteðg orsakað av fíggjarundandrátti.
Klaksvíkar Kommuna situr nú eftir við svartaperi, tí kommunan hevur latið hesum íløgufelag eina millión krónur av borgarans peningi at umsita.
Hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa komandi dagarnar er ilt at gita um, men tað er ein sannroynd, at kommunulógin er rættuliga strong tá talan er um umsiting av peningi og tí verður spurningurin helst reistur um Klaksvíkar Kommunu var loyvt at fara so langt út á peningamarknaðin sum til eitt slíkt felag.
Tað kann í hvussu so er staðfestast, at tá talan var um júst hetta íløgufelagið, tá var farið ov langt og um nakar trygdarpeningur er aftanfyri felagið, fara vit helst at hoyra meira um seinni, men júst nú er mest sannlíkt at kommunan hevur mist eina millión krónur av vánaligum íløgum.
Eisini tykist tað eitt sindur løgið, at kommunan ikki hevur kanna nærri, tað fíggjarstovnanir her á landi hildu, tí síðani íløgufelagið Phoenix Kapitaldienst, hava allir bankarnir og sparikassarnir sum við ein munn sagt, at teir hava rátt sínum viðskiftafólkum frá at gera íløgur eftir tilboðnum sum danska umboðið fyri týska íløgufelagið kom við.
Stjórin í Norðoya Sparikassa fór so mikið langt sum at siga, at einhvør við eitt vet av innlitið í fíggjarheimin átti at havt sæð á tí stóra gevinstmøguleikanum, at her var talan um ógvuliga ótrygga íløgu.
Tað ljóðar møguliga ikki av nógvum, at missa eina millión av eini fíggjarætlan uppá meira enn 100 milliónir. Vit skulu kanska heldur finna tað álvarsliga í tí at kommunan ger slíkar íløgur og umrokna vit upphæddina til meðalinntøkur, so hevur kommunan mist allan kommunuskattin frá umleið 20 til 25 borgarum. Í skrivandi stund sita menn á fundi í býráðshúsinum og viðgera støðuna. Sagt varð, at eitt tíðindaskriv skuldi koma frá klakksvíkar Kommunu seinni í kvøld (mikukvøldið) men nú kl. 9.21 er tað ikki komið.
Um íløgurnar hjá kommuni í hetta týska felagið metast at hava verið uttanfyri tað lógliga, so ásetur kommunulógin eisini, at politikarar, ið vara av kunnu ábyrgdast og tað kann koma upp á tal um knortslugt er farið fram í hesum máli.
Men vit fara at hoyra meira um hesi viðurskifti í komandi døgum.