Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grafia – nýggj fyritøka innan sniðgeving og marknaðarføring

John William Joensen

Jastrid Gullaksen, sum var ein av eigarunum av reklamuvirkinum Vasti og seldi sín part fyri stuttum, hevur stovnað nýtt egið virki við sær sjálvari sum einsamallum eigara.

Í 1997 byrjaði Jastrid Gullaksen egið virki undir navninum Grafiskt Design eftir lokna útbúgving í Danmark. Aftaná at hava rikið hetta virkið í nøkur ár, gingu hon og Gunnvá við Keldu saman í felagið Vasti, sum tær saman róku til fyri stuttum. Um tíðina við Vasti er at siga, at tað gekk væl  við samarbeiðinum, men eg helt at tíðin nú var komin at ganga egnar leiðir og tí valdi eg at selja og so at fara undir at byggja upp nýtt felag, sum liggur á eini øðrvísi kós enn vit lógu á við Vasti.

Fakligur førleiki ein fyritreyt
Tað sær kanska eitt sindur váðiligt út at byrja nýtt virkið innan grafiska økið júst nú tíðirnar ikki sýnast tær bestu. Tó trúgvi eg uppá, at Grafia fer at hava góðan møguleika í kapping við aðrar fyritøkur á økinum, tí vit leggja stóran dent á fakligu útbúgvingina og at veita viðskiftafólki okkara loysnir, ið eru umhugsaðar og sum hava ein boðskap.
Tíðirnar eru soleiðis ídag, at øll, ið hava sniðgeving og marknaðarføring fyri neyðini hava teldur og tekniskan útbúnað tøkan og tí setir tíðin sera stór krøv til fakliga førleikan hjá eini fyritøku sum okkara, og her meta vit okkum at vera væl fyri í útgangsstøðinum. Vit vera tvær, sum koma at arbeiða hjá Grafia í byrjanini, Sonja R. Kjølbro, sum er útbúgvin miðlagrafikari við heimasíðusniðgeving sum sergrein, og tí hevur hon hollan kunnleika á hesum økinum. Sjálv eri eg grafiskur designari við útbúgving innan sniðgeving, reklamupsykologi,  kommunikatión  og marknaðarføring, so sigast kann, at vit á Grafia hava breiða útbúgving á virkisøkinum ið vit ferðast á.

Tað snýr seg um sálina
Vit fara sjálvandi at gera alt sum fyritøkur av okkara slag gera, men í hesum samanhanginum haldi eg at rætt er at nevna, at tá tað ræður um reklamu og marknaðarføring av virkjum og fyritøkum, so er umráðandi at ein far tað image út, sum virkisleiðslan veruliga ynskir at vera kend fyri. Títt og ofta havi eg upplivað í arbeiði mínum við at tosa við virkisleiðslur, at samsvar er ikki ímillum tað image, sum virkisleiðslan roynir at liva upp til, og tann boðskap, sum virkið veruliga sendir út. Tað er ein sannroynd, at viðskiftafólk alt meira og meira kenna eina fyritøku ígjøgnum tað, fyritøkan sendir út, heldur enn persónliga kontakt.
Tað er júst her styrkin hjá okkum liggur, saman við virkisleiðsluni at finna sálina í virkinum og føra hana víðari, gera hana sjónliga í øllum samskifti yvirhøvur, so sum heimasíður, faldarar, teldubrøv, rokningar, brøv, virkisbúnar, bilar, messutilfar, snøgt sagt alt.
Vit kunnu vegleiða soleiðis, at virkið í øllum lutum verður umboðað út frá tí sál, sum leiðslan nú einaferð hevur avgjørt at virkið ella fyritøkan skal hava, sigur Jastrid Gullaksen at enda.

Harleyfacadeacryl