Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oda-fastir farin

John William Joensen

Omma og abbi, Betta og Óli á Dalinum í Klaksvík, fingu 9 børn. Amalia, ið var eldst, doyði av sjúku 22 ára gomul, og Jóhannes, ið var yngstur, doyði hálvtársgamal.

Hini 7 systkini, ið øll vóru búsitandi í Klaksvík, fingu eitt longri lív, og av teimum var Oda yngst.
Tað var sjáldsamt, at tríggir brøður, Poul Jacob, Arnold og Mourits, doyðu í sama ári – í 1997.
Oda varð fødd í 1930. Sum aðrar ungar gentur tá í tíðini, fór hon út at tæna og tænti bæði í Klaksvík og í Havn,
Hon giftist í 1954 við Svenn Lamhauge úr Rituvík. Tey giftust inn til ommu og abba á Dalinum, har eisini Mourits búði, ið var ógiftur.

Arbeiðssom og lívsglað.
Umframt tað vanliga húsliga arbeiði, var mangt annað at gera. Tey høvdu bæði neyt og seyð.
Oda mjólkaði, hoyggjaði og tók upp um heystið, tá ið flett varð.
Mjólkina sílaði hon og lat upp í spannir til fólk, ið dagliga komu upp á dyrnar eftir mjólkini.
Omma kom soleiðis fyri, at hon sat lammað í nøkur ár, og Oda passaði hana heima. Eisini tók hon sær væl av abba og Mouritsi so leingi, sum teir livdu.
Tað komu nógv fólk inn á gólvið á Dalinum, og Oda var altíð fryntlig og blíð og skjót við einum drekkamunni.
Hon hevði tað mangan stravið, men hon var bragdlig, arbeiðssom, røsk, lívsglað, nærløgd og álítandi.
Væl dugdi hon at gera mat. Bað eg um uppskrift, fór hon ofta at smílast, tí hon hevði bara funnið uppá sjálv. Oda var ein kunstnari, tá ið tað hevði við mat at gera. Hennara bollar eru tiltiknir. Stutt áðrenn hon doyði, kom hon niðan við bollum og súltutoyi, ið hon sjálv hevði gjørt.
Odu dámdi at koma út og læra okkurt nýtt. Onkuntíð gekk hon í kvøldskúla til matgerð, seyming, enskt o.a., og hon var komin nakað upp í árini, tá ið hon tók koyrikort til bil.
Væl dámdi henni at syngja, og hon sang í kóri onkuntíð. Tað var ofta, hon tók til ørindi úr sálmum og sangum, sum søgdu henni so nógv.
Í nøkur ár arbeiddi Oda í handlinum hjá systrini og manni hennara. Har kom Oda at kenna nógv fólk.

Góð við børn.
Mangan segði Oda, at hon í yngri árum ongantíð hugsaði um, at tey sjálvi ikki áttu børn, tí børn vóru altíð í húsinum.
Systkinabørnini komu mangan inn á gólvið – einamest vit, ið búðu so tætt við, og børnini hjá Onnu-fastir.
Á jólum plagdu vit øll, systkinabørnini, at savnast til jólatræ hjá ommu og abba, og Oda-fastir gjørdi nógv burturúr okkum.
Onkuntíð fór hon upp á loftið eftir handilsspælinum, sum tey áttu, tá ið tey vóru børn. Tað var sera stuttligt at spæla.
Viðhvørt spældu vit blindabukk í køkinum, og tað besta vit vistu var, tá ið Oda og Mourits komu uppí.
Einaferð bakaði Oda-fastir smáar køkur, ymiskar í sniði og liti, og so skuldu vit spæla, at vit høvdu bakarí.
Viðhvørt kom hon út at sleta við okkum, og vit hildu, at vit áttu stuttligastu og bestu fastir og mostir í verðini.
Oda-fastir bant og seymaði dukkuklæði til dukkurnar hjá okkum, og sum alt annað, hon tókst við, so var tað væl úr hondum greitt.
Fyrstu ferð eg var á Ólavsøku, var eg smágenta. Oda-fastir tók Eyðbjørg og meg við á Ólavsøku og vildi vísa okkum, hvussu tað var. Hetta var ein stór uppliving. Vit vóru til ymisk tiltøk, og hon keypti okkum góðgæti.
Hon vildi gleða børnini og segði um seg sjálva, at hon var so barnslig av lyndi.
Hóast nógv annað var at gera, so tók Oda-fastir sær stundir til okkum, børnini, og tað fara vit altíð at minnast.
Seinni hava vit ofta prátað um, hvussu lagaligur Svenn hevur verið. Tey kundu havt tað so friðarligt tveyeini, men har vóru altíð onnur fólk í húsinum, og so komu vit, børnini, dagliga, men Svenn hevði gott tol og ilskaðist ikki inn á okkum.

Umsorgan fyri øðrum.
Oda hevði altíð umsorgan fyri øðrum. Var onkur sjúkur í familjuni, so spurdi hon dagliga eftir viðkomandi, og góð var hon í ráðum. Eisini var hon ófør at vitja familjuna.
Seinnu árini dámdi henni væl at koma saman við teimum eldru í Hugna, og var hon eisini í nevndini har. Eisini var hon í vitjunartænastuni og vitjaði eldri og einsamøll fólk.

Undraðist á skaparverkið.
Oda-fastir og eg hava altíð verið grannar. Vit komu inn til hvørja aðra og spákaðu ofta túrar saman.
Umframt, at hon var fastir mín, var hon sum ein eyka mamma og sum ein góð vinkona. Vit høvdu okkara loyndarmál, sum vinkonur hava og hugsaðu ikki um aldursmunin. Oda var sera ung í sinninum.
Tá ið vit gingu í haganum og aðrastaðni, legði eg til merkis, hvussu hon gav sær far um tað, ið hon hoyrdi og sá. Hon var hugtikin av fuglunum og blómunum og undraðist á skaparverkið. Ofta segði hon, at skaparverkið var eingin tilvild, men at tað var ein hægri megi aftanfyri alt.
Túrarnar og løturnar, ið vit høvdu saman, fari eg at sakna ómetaliga nógv, men eg eri takksom fyri tað, ið Oda-fastir lærdi meg og var fyri meg, og eg goymi rík minni.

Rakt av sjúku.
Nakrar ferðir í lívinum hevur Oda verið álvarsliga sjúk, men hon vann seg ótrúliga væl aftur hvørja ferð. Tað er ikki langt síðani, at hon fekk skurðviðgerð í tarmarnar, tá var hon ússalig, men eisini hesaferð kom hon seg væl aftur. Tá segði hon ofta við meg, at hon kundi ikki fulltakka Gudi fyri, at hann hevði givið sær heilsuna aftur. Hon takkaði fyri hvønn dag, sum hon fekk loyvi at liva.
Mánadagin var hon á sjúkrahúsinum og á Røktarheiminum og vitjaði fólk. Hon var so snøgg, vøkur og blíðlig, sum altíð. Tí kom tað sera óvart á øll, at hon fekk blóðtøpp dagin eftir, sum hon doyði av mikudagin 16. mars.

Stórur saknur.
Systkini, ið eftir liva, Anna, Sofus og Jakku, fara at sakna systrini, ið hevði umsorgan fyri teimum, sum spurdi eftir teimum og vitjaði tey.
Vit, systkinabørnini, fara at sakna fastir og mostir okkara, og børnini fara eisini at sakna Abbadidd og Ommudidd.
Stórstur er saknurin hjá tær, góði Svenn! Tit vóru so tætt knýtt og góð bæði, eini fyrimyndarlig hjún.
Tit vóru saman um alt, og tit hildu alt so snøgt inni í húsinum og uttanfyri.
Trúgvir kirkjugangarar vóru tit, lurtaðu eftir og lósu Guds orð og settu álitið á Hann, ið øllum ræður.
Harrin styrki teg, Svenn, og okkum øll, ið syrgja!

Ærað verði minnið um Odu-fastir.

Betta

Harleywoodpaint