Fimleikaframsýningar hava altíð áhuga millum fólk og framsýningin hjá Klaksvíkar Fimleikafelag á páskum var onki undantak í so máta.
Heilir 250 aktivir fimleikarar vóru á gólvinum í KÍ høllunini og saman við teim 1000 áskoðarunum, sum møttir vóru var løtan sera áhugaverd og ógloymandi.
Nú eru gingin nøkur ár síðani at fimleikafelagið var endurstovnað og á hvørjum ári síðani hava vit sæð stóra framgongd.
Hetta fer nú helst at síggjast aftur í at fimleikarar úr Klaksvík aftur fara at síggjast til FM kapping.
Um alt gongur sum Marni Isaksen vil, so hevur hann í hyggju at luttaka í FM fyri einstaklingar í fimleiki í ár, við nøkrum gentum og nøkrum dreingjum.
Sum Norðlýsið skilir, so verður henda fyrsta luttøkan meira sum ein roynd og skal kanska brúkast til at máta seg upp ímóti teim stóru feløgunum. Tað er at vóna, at tað fer at eydnast Marna at fáa hetta í lag, tí framsýningin seinast vísir heilt klárt, at Klaksvíkar Fimleikarfelag er á veg og at tað bert er spurningur um tíð, nær eisini okkara felag kann teljast ímillum tey stóru í landinum.
Vit fara at ynskja fimleikafelagnum tillukku við eini framúr vælfyriskipaðari kapping.




