Nú blot er komið í kavan og veturin er um at lata valdið frá sær,hildu vit tað vera hóskiligt at senda tykkum eina heilsan frá Norsk-Færøysk Lag í Oslo.
Vetrarskráin hjá okkum er um at halla.Vit líta tí aftur um bak og fara at tríva í okkurt av tí vit hava tykist við í vetur og siga eitt sindur um hvussu hevur gingist.
Dans-/sangkvøld
Í nøkur ár hevur felagið skipað fyri dansikvøldum við missjavnari undirtøku. At undirtøkan hevur verið ójøvn kann komast av til og fráflyting, meðan ein onnur orsøk kann verða vantandi áhugi.
Tá ið vit løgdu vetrarskránna valdi nevndin at broyta hesi kvøldini, sum eina roynd. Tey vórðu víðkaði og kallað sang- og dansikvøld. Okkurt um helmingurin av kvøldinum er nú felagssangur við denti á tann sosiala partin við hugnapráti inn ímillum og kaffi afturvið.
Hette økti eitt sindur um luttøkuna. Eini 15 áhugaði, norðmenn sum føroyingar, hava í miðal hitst nakrar ferðir í vetur. Tilsamans hava oman fyri 20 verið inni á gólvinum á loftinum í stabburinum hjá Norrønafelagnum í Oslo. Tann áður gamla matgoymslan hevur verið ein góður karmur um hesi kvøldini og slitnu furugólvini eru væl egnaði til føroyskan dans.
Guri Bugge hevur skipað dansin í vetur. Hon bræðir ikki úr ætt. Er av Jákupsstovu ættini í Havn.
Fyrilestrar
Nevndin setti sær fyri at skipa fyri nøkrum fyrilestrum vetrarhálvuna. Í vetur hava tað verið tveir.
Jógvan Hugo Gardar legði fyri í heyst. Fyrilesturin rópti hann Fra hjemmestyre til mer selvstyre 25 år siden innføringen av hjemmestyre på Grønland. Hann treiv í søguna, nútíðarviðurskifti, politisku menningina og egnar upplivingar í ferð í Grønlandi fyri tveimum árum síðan. Hann sýnti eisini ljósmyndir frá ferðini í grannatjóðini fyri vestan.
Jógvan Hugo er klaksvíkingur. Hann kom higar fyrst í 90´árunum og arbeiðir sum fjølmiðlamaður. Jógvan Huga var í fleiri ár formaður í NFL. Í dag hevur hann limablaðið hjá felagnum um hendi.
Annar fyrilesturin í vetur snúði seg um Sinklairs vísuna. Peningarøkilina í felagnum, Kristin Turtum, er uppvaksin við Kringen í Gudbrandsdalinum, har norskir bøndur slátraðu skotsku leiguhermenninar við Sinklairi á odda í 1612. Kristin hevur stóran áhuga fyri evninum og visti mangt forvitnisligt frá at siga.
Ársveitsla/jólaveitsla
Undan jólum hittust eini 60 fólk til hugna. Hesa ársins tíð hevur tað í mong ár verið siður at fáa turran fisk og spik um hav til heimføðisgómarnar. Upprunanorðmenn, ið ikki hava kræsna tungu, hava fingið ein bita burturav, meðan restin hevur kíkað norska tjóðarrættin spekemat (saltað grísakjøt og annað gott av fenaði) í seg.
Nógv ganga aftur til jóla-/ársveitslina ár um ár. Fyri tey er tað ein góður møguleiki at hitta kenningar og tí verða stundir settar av til prát um leyst og fast.
Undirhaldið hevur verið ymiskt. Tó er felagssangur og føroyskur dansur fastur táttur. Út á náttina kemur heimabaksturina og kaffi á borðið.
Jólagudstænasta
Jólagudstænastuna hava vit seinnu árini havt í teirri ensku kirkjuni í Oslo. Tey trý gudfrøðilesandi, Hildegunn Hauge, Fríðleif Lydersen og Hanus Simonsen, høvdu gudstænastuna, sum vit høvdu fyrst í desember.
Eini 15 fólk, føroyingar sum norðmenn, høvdu leitað sær í kirkjuna. Tey flestu vórðu eisini við til kaffihugnan í kirkjukjallaranum aftaná.
Hildegunn er av Argjum, Fríleif av Sandi og Hanus er úr Klaksvík. Øll lesa tey gudfrøði á Meinigheitsfakultetinum í Oslo.
Filmskvøld/sendingar
Fyri framman hava vit filmskvøld á skránni. Eisini tað er nýggjur táttur á vetrarskránni. Endamálið er at sýna ymiskt, ið er av áhuga. Hugsanin er eisini at byrta upp undir prát ella kjak um tað, sum trivið verður í í filmum og sendingum. Hetta fer vónandi at savna bæði norðmenn og føroyingar. Vit fáa at síggja hvussu leikur fer.
Dagurin skínir so fagurliga
Setuna ætla vit at enda við samveru í juni. Formaðurin í felagnum hevur frítíðarhús í Eidsvold, nakað norðanfyri Oslo. Onkur kennist kanska við navnið. Tað var á hesum staði at norska grundlógin evnað til í 1814. Har er ætlanin at savna áhugaði snerkja onkran góðan bitan yvir eldstaði. Tað verður seinasta tiltakið áðrenn summarsteðgin.
Nevndin
Ársfundurin varð í ár útvíðkaður eitt sindur. Vanliga hevur hann ikki savnað meira enn eini 10 limir. Fyri at fáa fleiri at koma, lokkaði nevdin við restum frá veitsluni undan jólum. Og tað hjálpti eitt sindur. Eini 25 limir stevndu til fundar í hugnaligum hølum í býarpartinum Ryen við góðum útsýni yvir parti av norska høvuðsstaðnum.
Fundurin, sum varð í februar, gekk skjótt og væl. Aftaná varð hugni við turrum fiski, spiki og kaffi afturvið. Eitt hugnaligt kvøld, har fleiri vóru, ið ikki kundu koma til veitsluna undan jólum.
Nevndin er mannað og skipað soleiðis:
Formaður: Gunnar Larne (úr Nólsoy)
Varaformaður: Rúni úr Árantsstovu (úr Klaksvík)
Skrivari: Trygve Wasa (slektaður úr Kollafirði)
Peningarøkil: Kristin Turtum (úr Noregi)
Nevndarlimur: Jóhanna Aamodt (úr Klaksvík)
Vilja fegin hava vitjan
NFL er áhugað at fáa vitjan. Tá ið vit hoyra um persónar og felagsskapir, sum koma her um leiðir og eru av áhuga at fáa inn á gólvið, hava vit roynt at sett okkum í samband við tey.
Nú er nakað síðan vit høvdu vitjan. Tað kemst neyvan av at eingir føroyingar koma sløðandi hendaveg. Heldur er orsøkin at vit ikki vita um tey. Vit loyva okkum tí at verða so framlig at heita á tykkum, sum vita um einstaklingar ella bólkar av áhuga, ið ætla sær hendavegin, at siga okkum frá. Til ber at senda t-bræv til foroyar@norden.no ella til formannin gunnarlarne@online.no. Til ber eisini at ringja til formannin, tlf 90 04 69 68.
Grør um gangandi fót
So mong vórðu orðini. Vónandi troyttaðu vit ikki ov nógv. Vildu bert skriva eitt sindur um hvat vit takast við og fyri at kunna um okkum.
Tey flestu her hava nú goymt skíðurnar burtur. Várið er fyri durum. Lotið kennist lýtt. Fyri framman stenda løtur fram eftir rommum í blómuteigunum ella við sjóvarmálan, har báturin verður fyrireikaður til summarið. Tey urbanu leita sær út millum veggja út úr kaffistovunum og sita uttanfyri dyrnar og njóta døkku leskidrykkirnar í sólarhitanum. Jú, várið er her. Skjótt fer tað at grøða um gangandi fót.
Hiðani ynskja vit øllum eitt gott lívgandi og gróðrarríkt vár og summar.
Blíðar heilsanir
Norsk-Færøysk Lag, Oslo




