Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Liverpool bankaði Juventus

John William Joensen

Tað gekk ein hálvur tími áðrenn italiumenn fingu fyrsta álopið í lag og teir vóru beista hepnir at Liverpool ikki var á odda við trimum ella fýra málum.

Áðrenn dystin á Anfield vóru bert tvey mál skoraði móti Juventus í Champions League kappingini.
Champions League hálvfinalan millum Liverpool og Juventus á Anfield í gjárakvøldi endaði við einum 2-1 sigri nakað sum Italiumenn kunnu vera væl nøgdi við.
Hóast Juventus leikti seg upp í seinra hálvleiki so er tað einki sum ikki talar fyri at tað verður Liverpool sum fer víðari í kappingini eftir returdystin á San Siro.
Liverpool var á odda við málið sum Hypia og Luis Garcia syrgdu fyri í fyrra hálvleiki tá álopini og málmøguleikarnir regnaðu oman yvir heimsins besta málverja í málinum hjá Juventus. Í seinra hálvleiki misti Liverpool málverjin bóltin í málið og tí hava  italiumenn fingið ein møguleika í returdystinum, men sum Liverpool spældi í gjárakvøldi skullu sólkrem stjørnurnar úr Juventus taka annað skinn um bak fyri at koma víðari.