Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðslutrupuleikar í Klaksvík

John William Joensen

Meðan rundkoyringin við posthúsi í Klaksvík var í ger, kom undirritaði at tosað við ein mann.

Prátið kom inn á rundkoyringina og viðkomandi spurdi meg  hvat eg helt um hana. Eg svaraði at mær hevði dámt betur um vegurin bleiv gjørdur einsrættaður. Maðurin sum eg tosaði við var bangin fyri at trupuleikarnir við ferðsluni verða bara fluttur, og í dag kann man síggja at hann fekk rætt.
Teir hava flutt trupuleikan til teir síðuvegir sum liggja tætt við rundkoyringina.
Ferðslan, sum kemur frá síðuvegunum má ofta bíðja leingi fyri at sleppa inn á vegin.
Ein ljósregulering hevði í øllum førum verið fragari enn ein rundkoyring.
Rundkoyringin er góð fyri tey sum skulu í gjøgnum hana meðan ein ljósregulering  regulerar eisini síðuvegirnar, sum liggja tætt við rundkoyringina.
Við eini ljósregulering kemur við jøvnum millumbilum steðgur í ferðsluna soleiðis at tey sum eru stødd á síðuvegunum  trygt sleppa inn á vegin.
Teir siga at man ger rundkoyringar fyri at gera ferðsluna tryggari, og tað er vist rætt, men tað er ikki líkamikið hvar tú leggur rundkoyringina.
Í hesum førunum hava teir gjørt ferðsluna ótrygga í økinum tætt við rundkoyringina.

Onnur dømi
Nú tosar man so nógv um tryggleika, alt gott um tað.
Eg kann taka  nøkur dømi, sum eg haldi ikki koma undir tryggleika.
Fara vit niðan eftir Uppsalagøtu eru gongubreytirnar tiknar burtur.
Nú koyra bilarnir so tætt inn imóti húsaveggjunum at fólk ikki tora at lata vindeyguni upp av ótta fyri  at koma til skaða og enn minni at ganga.
Fara vit til Gerðagøtu – Heygavegur, síggja vit at ein oyggj er komin at liggja har vegirnir krossast. Hon hevur tað við sær at størru bilarnir hava trupult  við at halda ferðslu reglurnar. Stundum koyra teir á vinstru síðu ella mugu teir koyra á gongubreytini. Samstundis eru bilarnir farnir at koyra nógv skjótari eftir Gerðagøtu hóast skelti siga "Koyr varliga – 30 km – 20 km".
So hava teir gjørt ein part av Heygavegnum blindan og tað hevur borið við sær at nógv ferðsla er blivin í nánd av blindvegnum.
Møguliga er hetta ein lætti hjá teimum húskjum sum hava fingið ein blindveg men fyri nógv fleiri húski er ferðslan blivin nógv mera og ótryggari.
Fer man longur niðan á Gerðagøtu við kioskina hjá Sigrid, hevur kommunan gjørt eina gongubreyt og ein urtagarð saman, og lagt hetta so langt oman í svingið at størri bilar eru noyddir at fara yvir á vinstru síðu ella í urtagarðin.
So kundi onkur hóskandi spurt hvussu skal man so gera. Stóð tað upp til mín skuldi einki verið broytt uttan man hevði gjørt royndir áðrenn. Tá hugsið eg um leysar forðingar og skelti, og síðan spurt fólkini, sum nýttu hesa farleið hvat tey hildu um broytingarnar.
Eg ivist ikki í at kommunan hevði fingið nógv góð hugskot. Fyri stuttari tíð síðan sá eg í Norðlýsinum at fleiri rundkoyringar skulu gerast og fari eg at biðja kommununa um at hugsa seg væl um áðrenn nakað verður gjørt.
Brúkið meiri teir vegir, sum vit nú einaferð hava, og er tað neyðugt so einsrætti onkrar vegir fyri at leiða ferðsluna út á aðrar vegir, sum hava minni ferðslu.
Eisini átti okkurt horn at vera tikið av onkrum garði, so útsýnið gjørdist betur.

At enda, – alt tað sum eg havi nevnt her, kundi verið hjálpt við skeltum um tey væl at merkja vóru sett upp á røttum stað.

Magni Fles

Harleyfacadeacryl