Munnligur fyrispurningur til Bárð Nielsen, landsstýrismann um møguligan fíggjarpolitikk hjá landsstýrinum frá Høgna Hoydal løgtingsmanni
1. Hevur landsstýrið nakran fíggjarpolitikk?
2. Um so er, hvørji mál hevur landsstýrismaðurin sett sær fyri fíggjarpolitikkin komandi árið t.e. hvørjum úrsliti verður miðað eftir á fíggjarlógini fyri 2006?
3. Hvat vísa framskrivingarnar av fíggjarlógini fyri 2006, sum arbeitt verður við í løtuni?
4. Ætlar landsstýrismaðurin framvegis at fremja skattalættar fyri 240 mió. árliga í hesum valskeiðnum og hvussu nógv skulu skattalættar kosta landi og kommunum í 2006?
Síðani hetta landsstýrið tók við, hevur verið ógjørligt at hóma nakran fíggjarpolitikk yvirhøvur.
Tað tykist, sum undirskotini bara vaksa, og at landsstýrið rennur undan ábyrgdini fyri hesum við at geva undanfarnu samgongu og blokkstuðulsniðurskurðinum frá 2001 skuldina.
Løgið at ímynda sær, hvat hevði hent, um landsstýrið ikki varð komið til ein landskassa, ið kundi fíggja undirskotini. Var so longu landskassaskuldin vaksin munandi?
Fíggjarárið 2006 verður fyrireikað nú, og tískil er vónin, at landsstýrið hevur tikið sær betri partar fyri.
Rokna vit bara leysliga við vanligum framskrivingum, so veksur undirskotið munandi, um landsstýrið letur standa til.
Roknað verður tí við, at landsstýrið nú hevur valt at reka ein fíggjarpolitikk.
Roknað verður sjálvsagt eisini við, at landsstýrið nú fer at sleppa sínum asosiala skattalætta, sum hetta valskeiðið fer at kosta landskassa og kommunum meira enn 240 mió. kr. um árið, tá alt er framt.
Hoyvík, 11. apríl 2005
Høgni Hoydal




