Hans Hjalte Skaale og GoGo Blues er nakað av tí sum Klaksvíkar Klubbi borðreiðir við hesa vikuna.
Hóskvøldið spælir trubadururin og skemtarin Hans Hjalti Skaale frá kl. 20:00. Húsið opnar kl. 19:00. Fríggjakvøldið verður sum vant fimmari, við ókeypis ábiti. Hetta tiltak, sum er sera væl vitja, er ætla sum ein endi uppá eina arbeiðs viku, í róligum og hugnaligum umhvørvið.
Aftaná verður sjavskapping.
Leygardagin verður Premier Leauge víst á stórskíggja og seinni um kvøldið er vælumtókti og Prix aktuelli bólkurin Go Go Blues at hoyra. Hetta er fyrsta ferðin at teir royna seg á palli í Klaksvík.
Sunnudagin er opið hús til fótbólts dystin.
Øll tiltøkini eru almenn
Vælkomin
Klaksvíkar Klubbi




