Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Standa krøvini mát við verðuleikan

John William Joensen

So fall avgerðin um KÍ og B36. Liðini bæði hava brotið kappingarreglurnar, ongin ivi um tað og tí kundi væntast at málið viðvíkjandi spæliloyvunum fór at fáa fylgjur, men spurningurin er um okkara ovasti myndugleiki í fótbólti hevur tikið røttu avgerðina.

Beinanvegin tíðindini frættust um, at ikki øll pappírini hjá KÍ og B36 vóru í lagið, tá liðini í steypakappingini ávikavist leiktu ímóti Fram og Skála, bleiv formaðurin í kappingarnevndini spurdur um avleiðingarnar.
Hann harmaðist sjálvandi støðuna, men segði samstundis, at fótbóltssambandið hevði aðrar møguleikar at revsa feløgini enn at lata liðini tapa dystirnar og harvið koyra tey úr kappingini. Eisini tók hann fram, at tað var á vøllinum at dystir skuldu vinnast og ikki á skrivaraborðinum.
Hóast hesi úttalilsir hansara, so valdi starvsnevndin, kappingarnevndin legði málið fyri starvsnevndina tí mett var at málið var so álvarsligt og prinsippielt, at geva liðunum báðum harðastu revsing.
Sum skilst, so ber ikki til hjá KÍ og B36 at fáa innlit í málini og harvið fáa neyvari at vita um grundgevingarnar hjá nevndini fyri at taka til strangastu revsing.
Frammi hava tó verið útsøgnir um, at UEFA letur pening til FSF, júst við tí fyri eygað at leiðslurnar í teim ymsu lokalfeløgunum skulu gerast meira professionellar og tað vil vælsagtans siga, at fleiri lønt fólk skulu vera í umsitingini.
Hóast UEFA letur hendan pening og FSF letur hann víðari, so er ivaleyst, at peningurin sum tey ymisku feløgini valla fara til lønir til umsiting, tí tað er ein sannroynd, at allar umsitingar hjá fótbóltsfeløgum sum vit vita um eru settar saman av sjálvbodnari arbeiðismegi og tískil ólønt arbeiði.
Tað kann vælsagtans ongin ivi vera um, at fótbóltssambandið veit, at peningurin, sum feløgini fáa fara í stóra pottin hjá feløgunum og har fer helst stórur partur til leikaralønir og rakstur annars, áðrenn hann fer til lønir til starvsfólk í umsitingunum hjá feløgunum.
Sera skilagott hevði verið, um fremstu menn innan føroyska fótbóltsumsiting alla tíðina hildu seg til útsagnina hjá formanninum í kappingarnevndini um, at tað er á vøllinum at dystir skulu vinnast.
Tað er nóg mikið kjakast um grundgevingarnar hjá B36 og KÍ fyri at feilirnir eru hendir og øll, ið vilja vita, vita at her er ikki talan um eina roynd at lumpa nakað ígjøgnum, heldur er talan um vanligt vansketni og tí er niðurstøðan hjá fótbóltssambandinum heilt óskiljandi. At blandað avrik á vølli saman við vansketni á skriviborðinum er at ganga beint ímóti andanum í ítróttini
Vit mugu ásanna, at tey ymisku feløgini hava ikki enn professionellar leiðslur og so eigur FSF ikki at lata eyguni aftur og siga, at tá UEFA letur pening fyri at fáa leiðslurnar meira professionellar og hetta ikki er so, so kann eisini sigast at kanaliseringin av peninginum ikki hevur verið tann rætta.
Alt tíður uppá, at samsvar er ikki ímillum krøvini til umsingingina og veruleikan og tí er ein avgerð, sum FSF hevur tikið ein frammaná til mongu óløntu fólkini í teim ymisku fótbóltsfeløgunum í landinum.