Tíðindaskriv frá Klaksvíkar Ítróttarfelag:
Á heimasíðuni hjá Sosialinum tann 19. apríl 2005 og í blaðútgávuni tann 20. apríl 2005 er ein grein sum viðvíkur nógv umtalaða steypa dystinum móti FRAM tann 20. mars 2005.
Undir yvirskriftini; Dómsnevndin broytir neyvan nakað verður m.a. sagt at Klaksvíkar Ítróttarfelag tilvitað nýtti ólógligar leikarar móti FRAM.
Í greinini stendur hetta brotið:
Sum skilst, so hava klaksvíkingar undan dystinum verið í samband við fuglfirðingar um spæliloyvini hjá Karstin Joensen og Høgna Madsen, sum báðir skiftu frá ÍF í vetur. Tað ber sjálvandi illa til at skjalprógva, at so er, men tað styrkir neyvan sakina hjá KÍ, um slík tíðindini ganga.
Av tí at dómsnevndin hjá FSF ein av fyrstu døgunum skal viðgera málið, kunnu vit ikki viðgera málið alment í smálutum, men tað skal sláast fast at felagið ikki gerst varugt við mistakið fyrr enn tann 24. mars. Samstundis setur felagið seg í samband við ÍF og FSF og ger vart við mistakið.
Felagið fingið váttan frá ÍF
Eftir at omanfyri nevndu tíðindi stóðu á heimasíðuni hjá Sosialinum setti undirritaði seg í samband við ÍF og avvarðandi nevndarlimir.
Frá ÍF hevur undirritaði fingið váttan fyri at tað var KÍ, sum tann 24. mars 2005 setti seg í samband við ÍF og at ÍF ongantíð undan hesum degi hevði roynt at kontakta KÍ i hesum sambandi.
Málið viðvíkjandi leikara loyvunum er sera óheppið fyri KÍ, men samstundis hevur tað stóran týdning fyri undirritaða og leiðslu felagsins at øll viðurskifti viðvíkjandi málinum verða framborin á rættan hátt.
Tað skal tí aftur vísast, upp á tað harðasta, at venjari ella ábyrgdarfólk hjá felagnum hava verið vitandi um at øll viðurskifti hjá leikarunum ikki vóru í lagið undan dystinum móti FRAM.
Málið um leikara loyvini verður av leiðslu felagsins tikið í størsta álvara og verður tí í løtuni roynt at gera alt fyri at felagið ikki verður straffa órímuliga hart ítróttarliga fyri eitt mistak sum er farið fram á skrivaraborðinum.
Felagið fer sjávsagt at taka einhvørja niðurstøðu frá dómsnevndini til eftirtektar og kann felagið heldur ikki gera beinleiðis viðmerkingar til málið fyrr enn dómsnevndin er komin til eina niðurstøðu.
Klaksvíkar Ítróttarfelag
tann 19. apr. 2005
John William Joensen
ábyrgdarfólk fyri samskiftið




