Í samband við, at fíggjarnevnd løgtingsins í dag hevur Løgtingsmál nr. 1-7/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2005 til viðgerðar, vil Útoyggjafelagið gera hesar viðmerkingar
Á fíggjarlógini hevur í nøkur ár verið játta peningur til undirstøðukervið á útoyggj.
Í 2003 var játtanin 3,5 mill. kr., í 2004 bleiv játtanin lækka til 3,4 mill. kr. og í 2005 vóru bert 3 mill. kr. játtaðar á fíggjarlógini.
Síðani hevur Vinnumálaráðið, ið umsitur játtanina, í eini eykajáttanarlóg fyri mars 2005 tikið 600 túsund av játtanini og nú ætlar Vinnumálaráðið enn einaferð at taka av játtanini til útoyggjarnar.
Úrslitið er, at bert 500 túsund krónur eru eftir av játtanini til útoyggjarnar.
Útoyggjafelagið átalar og kann ikki góðtaka at játtanin til útoyggjarnar verður skerd. Nógvar ábøtur liggja á láni og fleiri verkætlanir liggja og bíða eftir at verða settar í verk.
Útoyggjafelagið hevur áhaldandi víst. á hvussu átrokandi tað er, at fáa framt ábøtur á útoyggj, ikki bara á infrakervið, men eisini á at fáa gongd á verkætlanir, ið kunnu styrkja búsetingina, vinnuvirksemi og trivnaðin á útoyggjunum.
Á aðalfundi felagsins úti í Hesti 2004, var einmælt samtykt at heita á landsmyndugleikarnar um at nýta 400 túsund krónur av játtanini til infrakervið, sum stuðul til Útoyggjafelagið og verkætlanir tess, ið skulu gagna búsetingini á útoyggjunum. Ein undirskrifta innsavning fór fram á øllum útoyggjunum og nærum øll, ið eru búsitandi á útoyggjunum skrivaðu undir áheitanina, ið er handa Innlendismálaráðnum.
Tað sum hendir nú er, at ongin peningur er tøkur, hvørki til infrakervið ella menningararbeiði á útoyggj, og hetta er ein støða sum útoyggjarnar ikki á nakran hátt kunnu liva við.
Vit fara tí inniliga at heita á fíggjarnevnd løgtingsins um ikki at viðmæla áheitanini frá Vinnumálaráðnum (Fíggjarmálaránum), men í staðin heita á Landsstýrið, um at viðvirka til, at menna útoyggjarnar.
Hetta gerst best við at fíggja ætlaðu menningarætlanina sum Útoyggjafelagið hevur borið fram, og framhaldandi at útbyggja infrakervið á útoyggj.
Fakta
Sundurgreinað ætlan
2001 * 2002 * 2003 * 2004 * 2005 * Úrslit 2005?
Útreiðslujáttan
945 * 2.780 * 3.500 * 3.400 * 3.000 * 0.500




