Flaggdagin skipaði Bragdið sum vant fyri tí árligu Flaggdagsrenningi í Havn. Hetta var 19. ári at henda renning fór fram. Luttakaratalið økist ár undan ári, og hesaferð vóru tað næstan 400, sum komu á mál. Treysti hevði nakrar luttakarir við, og gekk tað teimum væl.
Av teimum nærum 200 monnunum, gjørdist Bogi Lenvig úr Bragdinum vinnari í tíðini 22,30 min. Hetta er skjótasta tíð nakrantíð á rutuni, sum er 7 km. Bogi venur dagliga við Sparta, sum er danska stórfelagið innan frælsan ítrótt. Bogi skal umboða Føroyar á OyL í Hetlandi í summar. Nummar tvey gjørdist Guttorm Sørensen úr Treystinum. Tíðin hjá honum var 23,27 min, og er hetta besta nummar tvey tíð nakrantíð í hesi kapping. Guttorm var ein góðan minutt frammanfyri Jóan Karl Joensen úr Bragdinum, sum gjørdist nummar trý. Guttorm hevur vant støðugt allan vetur og nú byrjar venjingin at vísa úrslit. Guttorm verður møguliga eisini við á OyL-liðnum, sum verður úttikið í næstu viku. Jógvan Jóhan (Jeggi) Lorenzen, sum veruliga hevur gjørt vart við seg innan renning í vetur og vár, gjørdist nummar seks við tíðini 25,25 min. Jegga koma við at hoyra meira til í summar, um framgongdin hjá honum heldur fram. Jonhard Larsen, sum ikki er í somu venjingarstøðu sum hesa tíðina í fjør, gjørdist nummar átta við tíðini 25,45 min. Nummar 13 gjørdist Borgar Biskopstø við tíðini 26,33 min. Hann hevur eisini gjørt vart við seg seinastu tíðina og ætlar at royna seg á marathon-teininum seinni í summar. Við tíðini 26,58 min gjørdist Pól Sundskarð nummar sekstan hjá monnunum og nummar tvey av teimum 35 veteranunum, meðan Tummas Joensen gjørdist nummar 23 hjá monnunum og nummar trý hjá veteranunum í tíðini 27,32 min. Hetta er góðar tíðir og plaseringar hjá teimum báðum, so spennandi verður at fylgja teimum í kappingunum í summar.
Hjá kvinnunum gjørdist Sigrid Sivertsen nummar 10 av teimum 87 kvinnunum vð tíðini 32,48 min. Vinnari hjá kvinnunum gjørdist Súsanna Skylv úr Havn við tíðini 29,21 min, meðan Petra Gardar Neumann gjørdist nummar tvey í tíðini 29,28.
John Viljam og Beinir Johannesen gjørdust ávikavist nummar 14 og 15 av teimum 55 dreingjunum. Teir hava báðir fleiri ár eftir í hesum bólkinum í flaggdagsrenningni.
Vilbjørg Johannesen gjørdist nummar seks av teimum 57 gentunum.