Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksbásurin ein sukses

John William Joensen

Vitasamtakið, sum Rani Nolsøe, menningarstjóri hjá Klaksvíkar kommunu hevur staðið fyri og samskipað hevur veruliga gjørt um seg á Fish Fair á Sandvíkarhjalla í Havn.

Rani Nolsøe menningarstjóri sigur: Vit eru komin væl frá byrjan og virkini hava havt fleiri áhugaverdar vitjanir. Tað verður sera spennandi tá farið verður undir eftirmetingarnar, at vita hvørji ítøkilig úrslit tær ymsu fyritøkurnar hava fingið burturúr.
Framsýningin hjá Klaksvíkar kommunu hevur eisini havt stóran áhuga og serstakliga teldusimuleringin av komandi ringvegnum frá undirsjóvartunnlinum, niðan á Hædd og niðan undir Brúnna hevur vakt áhugað.
Vit vóna við hesum, at vit senda nøkur positiv signalir um teir góðu møguleikar sum finnast um Klaksvík innan vinnu, íbúðabygging og mentan.
Við framsýningini hjá Klaksvíkar kommunu ger menningarstjórin eina roynd at vekja áløguhugin hjá møguligum íleggjarum at koma til Klaksvíkar.
Básurin hjá kommununi er í høll F624.