KÍ fær nýggjan venjara ímorgin og tað verður eftir øllum at døma Oddbjørn Joensen.
Klaksvíkar Ítróttarfelag stendur frammanfyri tungum taki. Roknskapurin seinastu nógvu árini hevur ikki verið góður og harafturat hevur ikki gingist væl tey seinastu árini á vøllinum. Hetta er helst orsøkin til at nevndin í felagnum tók støðu til at rudda upp, fyrst og fremst á leikligum støði, har inntøkurnar skulu koma frá.
Setti venjarin varð sagdur úr starvi, og sum skilst verður Oddbjørn Joensen í fyrsta umfarið valla settur í fast starv, men tað verður tó hansara uppgáva at taka sær av liðinum teir fyrstu dystirnar ímeðan felagið finnur aftur á eitt støði, sum er haldgott.
Vit í Klaksvík vóna at tað fer at eydnast Oddbjørn at vekja KÍ bjørnina, soleiðis at vit í hesum kappingarárinum fara at fáa eitt heiðurligt úrslit. Nú hann kemur inn tá útivið fimtingurin av kappingarárinum er farin, er sjálvandi onki krav um plasering, bert at vit fáa heiðurlig úrslit í komandi dystum.




