Um eitt ár verður Norðoyatunnilin opin fyri almennari ferðslu. Hetta verður einki minni enn ein kollvelting, bæði fyri samferðslu og samfelag okkara, og samstundis verða tvey áhugaverd øki bundin saman í eitt – við nógvum spennandi avbjóðingum.
Tað er ógvuliga umráðandi at finna fram til eitt gevandi samstarv millum kommunurnar báðu megin fjørðin, og her er nógv, ið er ein nátúrligur partur at samstarva um, eisini nú landsmyndugleikarnir leggja málsøkir út til kommunurnar at umsita.
Eldraøkið
Kommunurnar í hesum báðum økjum, Norðoyggjum og Eysturoy, eru nógv mentar seinastu árini, og í nógvum førum hava tær yvirhálað landsmyndugleikarnar. Her hugsi eg serliga um eldrapolitikk landstýrisins, sum hevur ilt við at koma úr stað, meðan nógvar kommunur royna við egnum mátti at nøkta tørvin á eldraøkinum við byggjan av eldrasambýlum og harvið draga landsmyndugleikarnar aftan á sær við at binda teir til part av rakstrinum + tær 50.000.- kr. til nýbygging pr. búfólk. Hetta seinasta, sum landið letur til íløgurnar í sambýli, er smápeningur í mun til tað, kommunurnar leggja til hetta økið, sum tó ikki er ein kommunal uppgáva.
Her vita vit av royndum á øðrum málsøkjum, at ein heilt onnur ferð hevði komið á loysnirnar, og tað hevði tí loyst seg betur fyri borgaran, um full ábyrgd av hesum málsøki varð løgd á ein og sama myndugleika, heldur enn sum nú at hvørki land ella kommunur taka sær 100% av eldraøkinum, tí ábyrgdin er tvídeild.
Barnaverndarøkið.
Nú verður barnaverndarumsitingin løgd út til kommunurnar, sum nú skulu til at skipa seg í økjum við í minsta lagi 1500 íbúgvum, sum nú skulu hava eina felags barnaverndarnevnd, heldur enn sum nú, at ein barnaverndarnevnd er í hvørjari kommunu, har summar eru rættiliga smáar.
Samstundis verður ábyrgdin av umsitingarliga arbeiðnum løgd yvir á kommunurnar, soleiðis at tað ikki longur verður Almannastovan men sosialar deildir hjá kommununum kring landið, ið skulu taka av av tí fyrisitingarliga og málsviðgerð.
Her kunnu vit í Norðoyggjum fegnast um, at Klaksvíkar Kommuna longu hevur bygt upp eina sosiala deild, sum er fult tilbúgvin til hesa uppgávu, sum hon longu í dag røkir.
Her síggja vit í Klaksvíkar Kommunu tað sum nátúrligt at leggja upp til samstarv við okkara grannakommunur, um hesar eru áhugaðar í tí, og eitt ávíst samskifti hevur longu verið millum kommunurnar um hetta økið, sum við hesi nýggju lógini fer at geva nøkur kvalifiseraði størv afturat kring landið.
Skúla- og mentanarøkið.
Longu í dag ferðast ein stríður streymur av skúlaungdómi og -lærarum við ferjunum tvørtur um Leirvíksfjørð í og úr miðnámsskúlunum í Klaksvík og á Kambsdali, sum tí eisini hava góðar møguleikar at samstarva og skapa eitt sterkt og livandi skúlaumhvørvi her um leiðir.
Umframt hesar skúlar hevur Klaksvík í mannaminni havt vælvirkandi Sjómansskúla, Kokkaskúla, Húsarhaldsskúla o.s.fr.. Harafturat eru mong onnur fjølbroytt frálærutilboð, sum er komin afturat og hava ment seg tey seinnu árini, eitt nú innan kvøldskúlaskipanina, tónlistaskúla, vevskúla, handarbeiðsskúla, trygdarskeið fyri sjómenn o.s.fr..
Innan summar av hesum skúlum kann eitt samstarv við aðrar kommunur – eisini tvørtur um Leirvíksfjørð – skapa grundarlag fyri meira fjølbroyttari undirvísing.
Eisini innan frítíðar- og ítróttarlívið báðumegin Leirvíksfjørð kann Norðoyatunnilin skapa eitt nýtt grundarlag fyri menning. Fyri tað fyrsta við eini størri beinleiðis kapping, men eisini við eini samskipan og samstarvi, kanska serliga í teimum smáu frítíðar- og ítróttargreinunum, har feløgini í dag hvørt sær eru heldur smá og veik.
Í hesum økinum báðu megin Leirvíksfjørð eru fleiri spennandi, savnandi og skapandi deplar, sum heilt víst fara at verða viðkomandi fyri alt økið. Ein av hesum deplum, sum liggur Norðoyamegin, er Svimjihøllin í Klaksvík, sum fyri kortum var høvuðsumvæld og er eitt sera gott trivnaðarpláss. Her eru ítøkiligar ætlanir um at skapa enn betri umstøður og møguleikar í høllini, so hon kann veita fleiri tilboð og upplivingar til tey vitjandi.
Klaksvíkar Sjúkrahús
Í hesum skjótt samanbundna øki okkara liggur eisini Klaksvíkar Sjúkrahús – eitt stórt aktiv og ein trygd fyri borgararnar í Norðoyggjum og í Eysturoynni, sum nú fáa eina heilt nýggja og stutta farleið til sjúkrahúsið.
Og hvat er meiri natúrligt, tá bygnaðarbroytingar nú verða gjørdar á kommunulæknavaktunum, at Klaksvíkar Sjúkrahús verður tikið við í hesa ætlan, Mín tilráðing til landspolitikararnar er, at tann ætlaða vaktarskipanin verður úsett, til Norðoyatunnilin er latin upp, so vit kunnu gera eina meiri smidliga skipan.
Eg havi her bert nomið við ein part av teimum møguleikum og avbjóðingum, ið liggja fyri framman hjá okkum, sum búleikast í hesum vinnuliga og mentanarliga sterku økjum kring Leirvíksfjørð.
Vón mín er, at okkum skal gevast hegni og hepni í framhaldandi arbeiðnum at menna øki okkara – eisini har sum samstarv er best gongd leiðin.
Klaksvík, á Krossmessu 2005
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri




