Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ruddingardagurin

John William Joensen

Fyri árum síðani plagdi okkara kommuna at skipa fyri almennum ruddingardegi ella døgum einafer um árið ella so.

Tað var ein góður skikkur, tí ikki gjørdi hetta bert, at fólk ruddaðu kringumstøðurnar hjá einum sjálvum, men eisini fóru skúlaflokkar og onnur út á almenn øki og tóku upp, ja onkuntíð var eisini fjørðan tikin við og sogar byrgingin um Haraldssund bleiv eisini ruddað.
Nógv bleiv eisini kjakast tá um ruddingardagarnar. Skuldu borgarar bert hava loyvi at rudda uttanum húsini ella skuldu bilarnir hjá kommununi ella IRF eisini taka tað, sum fólk ruddaðu úr kjallarum, ovastaloftum og úthúsum.
Flestu hildu tá, at sjálvandi skuldi høvi vera at rudda út so nógv einum lysti, tí roknað varð við, at um so var at ruddingardagurin var fastur táttur á hvørjum ári, so blivu nøgdirnar ikki so ógvuliga stórar. Tað ráddi um at skipa fyri ruddingardegi á hvørjum ári, soleiðis at vit borgarar ikki høvdu høvi at savna so nógv saman, sum tilfellið var onkuntíð tá langt var ímillum at ruddingardagar vórðu skipaðir.
Ført hevur eisini verið fram, at tað er óneyðugt við ruddingardøgum, tí IRF hevur opið úti á Bumshamri og har er lag á manni at sleppa av við órudd.
Men vit eiga ikki at gloyma at ruddingardagurin ella dagarnir hava eisini eina mentala ávirkan á okkum.
Verður skipað fyri føstum almennum ruddingardøgum einaferð árliga, so er hetta eisini við til at gera okkum sjálvi meira bevíst í dagligdegnum um at hugsa umhvørvisliga.
Nógv er gjørt kring um í Klaksvíkar Kommunu av býargartnaranum og hansara fólki fyri at fríðka um og eisini hevur kommunan lagt seg eftir á rudda nógv sjálv og at halda gongubreytir og ikki minst at gera gongubreytir har fyrr ongar vóru. Men ídag sæst nógvastaðni kring um í býnum, at tað seinasta manglar.
Alt ov nógv liggur og sløðist ymsastaðni og tað er einki at taka seg aftur í, at býurin var reinari tey árini býráðið skipaði fyri ruddingardegi. Okkara kommuna hevur lagt nógva orku í vøkur smærri og størri blómuanlegg kring um í býnum og tað er spell at hesi skulu skemmast av óruddi.
Ruskmóttøkan hjá kommununi á Bumshamri hevur nú strangari reglur fyri móttøkuna av ruski og hetta hevur eisini havt við sær, at ein oftari sær burturkast frá húsarhaldum í fjørðuni og aðrastaðni.
Ein ruddingardagur er stak hugnaligur, har vit øll, børn og vaksin taka hendur saman og gera okkara til at fríðka um og samstundis er ein slíkur dagur eisini ein aminning um, at tað er ikki rætt, at tveita pappír og annað út í náttúruna.
"Reinur og fríður, Klaksvíkar býur" er nærum farið í gloymskuna, latið okkum taka sloganið til okkum aftur.