Hendan FM-kappingin skuldi vísa seg at gerast heilt einastandandi fyri Nataliu Reinhardt, sum vann fleiri gullmerki, setti tvey føroysk met, vann sær pláss á oyggjaleika-landsliðnum í summar og varð vald vald sum ársins firvalda svimjari hjá kvinnum.
Fyrsta kappingardagin var tað serliga 50m firvald fyri kvinnur, ið var spennandi.
Í innleiðandi kappingini fyrrapartin var tað bert 1/100 av einum sekundi, ið skilti teir báðar bestu svimjararnar, Shailu millum Garðarnar úr TS og Nataliu Reinhardt úr Ægi, so lagt varð upp til eina rættiliga finalu.
Men tað vísti seg ikki at gerast ein so jøvn finala, sum væntað. Natalia gjørdi ikki mætari enn at vinna rættiliga sannførandi á Shailu, ið hevur verið besti firvaldasvimjari, sum Føroyar hava átt í fleiri ár! Tær báðar vístu seg at venda rættiliga samstundis á 25 metrum, men so tók Natalia dik á seg og vann við tíðini 30,90 sek., meðan Shaila hevði 31,44 sek., sum er ein lutfalsliga stórur munur upp á bert 50m.
Ein góð byrjan hjá Ægi og ein frálík byrjan hjá Nataliu.
Føroyskt met í 200m firvald.
Í 200m firvaldasvimjing vísti tað seg skjótt at vera ein spurningur um, hvussu langt frammanfyri Natalia fór at verða frammfyri nr 2.
Í hesi kappingini setti Natalia nýtt Føroyskt met, tá hon í finaluni svar 200m firvald uppá 2 min 27,62 sek., og er hetta ein betring uppá hennara egna met við 2,05 sekundum!!!
Eftir hetta skuldi Natalia svimja 50m frí, sum er ein teinur, ið Shaila millum Garðarnar í nógv ár hevur verið sitið á, og væntaði Natalia heldur ikki at gera nakað serligt við hana. Shaila bleiv nr 1 við 28,05 sek og setti nýtt føroyskt met við 1/100, mean Natalia bleiv nr 2 við 28,31 sekund, ein forbetring uppá 92/100.
Føroyskt met í 100m firvald.
Eitt annað merkisvert úrslit hjá Nataliu Reinhardt var í 100m firvald, har Natalia í innleiðandi kappingini var 1,5 sekund frá kravtíðini fyri at sleppa við til Oyggjaleikirnar, sum er 1.07,20, og bert 11/100 partar frá føroyska metinum. Natalia legði út sum eitt ódnarveður í finaluni og svam tann fyrsta 50m uppá 30,96 sek, bert 6/100 partar seinni enn hennara besta tíð í 50m, og svam so "heimaftur", t.v.s tann næsta 50m, uppá 35,69 sek. Hetta gav íalt 1 min. 06,65 sekund, sum er nýtt føroyskt met og undir Oyggjaleika kravtíðina.
Ófatiliga flott Natalia!!




