Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Matstovan hjá Elisabeth á Viðareiði

John William Joensen

Nú vári er í hondum hevur Matstovan hjá Elisabeth opið hvønn dag frá kl. 12 til kl. 21.

Matstovan á Viðareiði bjóðar  lunda, fisk, búffar, lambarygg og mangt annað.
Tað er tó altíð ein fyrimunur at bíleggja borð framanundan tí hølini verða eisini leigaði út til størri og smærri veitslur.
Sunnudag er døgurði frá kl. 12 til kl. 15 og tá er serlig menu á skránni.
Matstovan hjá Elisabeth hevur skeinkiloyvi og tí er góður møguleiki at fáa okkurt gott aftur við matinum.
Elisabeth Nybo sigur við Norðlýsið at fólk bíleggja hølini í góðari tíð og tí er stongt fyri almenninginum tey kvøldini.