Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic á nýggjari rutu til Edinburgh

Oliver Joensen

Leygardagin var millum onnur føroyska pressan boðin við á fyrsta rututúrin hjá Atlantic Airways til Edinburgh.

Í samband við at Atlantic Airways hevur fingið eina charteravtalu við Falcon Travel í bretlandi at flúgva úr Edinburgh til Zurich, ber til hjá føroyingum hvønn leygardag at flúgva við Atlantsflog úr Vágunum til Edinburgh og aftur. Til ber millum annað bert at fara ein eindagstúr til Edinburgh, men Atlantsflog flýgur eisini til Aberdeen mánadag, so til ber eisini at fara eina vikuskiftisferð til Edinburgh leygardag og heimaftur yvir Aberdeen mánadag.
Á túrinum leygardagin varð skipað fyri rundferð við bussi í Edinburgh, sum endaði uppi á "The Castle" og síðani var tíð til stuttan "shoppingtúr".
Magni Arge stjóri á Atlantsflog greiddi frá við eina lætta máltíð á Apex hotel, at sáttmálin sum Atlantsflog hevði fingið við Falcon Travel fyribils gongur út 10. september, men at Atlantsflog eisini nýtti hetta høvi at kanna, um Edinburgh møguliga var ein betri destinatión hjá felagnum enn Aberdeen. Tað er ein sannroynd, at Edinburgh liggur betri fyri tá talan er um fólkagrundarlag og eisini er lættari at koma hagani og víðari til Onglands. Men vit hava ikki ætlanir um at sleppa Aberdeen, segði Magni Arge.
Í samband við nýggju rutuna til Edinburgh kunnger Atlantsflog í hesum døgum fleiri nýggj ferðatilboð til føroyingar í summar og heyst.

Harleyfacadeacryl