Kristoffur Jakobsen fekk alt at kóka tá hann einsamallur sneiddi tríggjar verjuleikarar av áðrenn hann setti bóltin í netið
Nú skal sigast at tey trí málini hjá Heðin á Lakuni vóru frálík og eisini tey hjá Atla og Ova, men besta málið í dystinum og eisini uppskot til ársins mál átti ungi Kristoffur Jakobsen.
Sutt eftir at TB hevði redusera til 1-3 tók ungi KÍ leikarin sakina í egnar hendir og setti fer móti TB verjuni. Við skjótum fótskifti, sneiddi hann tveir verjuleikarar av áðrenn hann plaseraði bóltin út um málverjan og í málið.
Sí myndirnar




