Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrrverandi formaðurin framvegis banki hjá Hondbóltssambandinum

John William Joensen

Tá Eivind Jacobsen bleiv formaður í Hondbóltssambandinum fyri tveimum árum síðan var ognin hjá HSF negativ, í dag er eginognin hjá HSF 150.000 krónur

Eivind Jacobsen á Strondum er kendur sum ein maður sum veit hvat hann vil. Hann hevur verið í mangum dysti men fyri nøkrum vikum síðan tapti hann dystin um formanssessin í Hondbóltssambandinum.
– Eg eri als ikki keddur um ikki at vera afturvaldur til formann í HSF tí eg havi nógv annað at takast við, men hinvegin vænti eg ikki at nýggja leiðslan hevur dirvið til at gera tær broytingar innan sambandið sum mugu gerast, sigur vinnulívsmaðurin og fyrrverandi borgarstjórin á Strondum, tá vit hittu hann í Stranda Máling í morgun.

Havi lindið til at fornerma
Eivind er altíð bersøgin, og sjálvur sigur hann at hetta ofta ger at hann fornermar fólk.
– Eg eri soleiðis innrættaður at eg vil hava system í tingini har sum eg eri, og tí er ofta ein avleiðing at eg havi lindið til at traðka á tærnar hjá fólki, sum ikki vilja tað sama.
– Eg leggið tó einki í hvussu fólk taka ímóti mær, tí fyri meg er tað umráðandi at ting vera framd í verki og at tað sum ikki er rætt verður rættað og fær avleiðingar.

Tók við í HSF
– Tá eg fyri tveimum árum síðan tók við formanssessinum í HSF stóð ikki væl til fíggjarliga. Eginognin var negativ og eingir pengar í kassanum.
– Samstundis vóru ætlanir um at undirskrivað ein sáttmála við landsliðsvenjaran sum bæði eg og bókhaldarin hjá HSF mettu fór at koyra HSF á heysin.
– Talan var ikki beinleiðis um lønina til landsliðsvenjaran, men tað vóru fleiri onnur, sum eisini skuldu lønast kring manslandsliðið og hetta vildi eg ikki hoyra talan um .
– Eg noktað at skrivað undir sáttmálan, sum hevði kosta umleið 1,3 milliónir krónir, sum tá var alt og nógv hjá HSF.
– Eg setti eisini formanssessin upp á spæl, men síðani bleiv limafundur við feløgini har tey tóku undir við mínum sjónarmiðjum og so helt eg fram og vit funnu fram til eina meiri realistiska avtalu.

Óstøðug viðurskifti
Eivind Jacobsen sigur at hann kom skjótt eftir at tað vóru alt ov óstøðug viðurskifti í HSF, og tað vóru hesi viðurskiftið sum at enda førdu til at hann ikki kundi halda fram í formanssessinum.
– M.a. eru alt ov fáar reglugerðir sum greitt siga hvussu tingini skulu gerast, og serliga viðvíkjandi arbeiðinum hjá kappingarnevndini.
– Tað verður alt ov ofta handlað fram eftir fummum tá mál stinga seg upp, og avgerðir byggja aloftast á tað sum menn meta at man hevur gjørt áður.
– Eg heitti tí á kappingarnevndina um at gera nøktandi reglur fyri virksemið hjá nevndini, men hesa áheitan tók kappingarnevndin ongantíð til sín.
– Hetta var ótolandi fyri meg og tá tað er nevndin í HSF sum velur kappingarnevndina heitti eg á nevdina í HSF um at koyra kappingarnevndina frá. Men hetta fekk heldur ikki undirtøku.
– Feløgini skifta eisini støðu sum vindurin blæsur.
– Tí upplivað vit ferð eftir ferð, at ein situr á fundi við limafeløgini og kemur til eina niðurstøðu. Á næsta fundi møta so onnur umboð fyri feløgini og so hava feløgini skift meining og tí er ser trupult at fáa naka framhaldandi og skilagott arbeiði framt í hondbóltssambandinum.

Hevði ikki tikið við afturvali
Eivind Jacobsen segði at hann undan aðalfundinum hevði frænir av at hann ikki fór at vera afturvaldur.
– Tað var eg heldur ikki keddur av, tí um eg skuldi tikið aftur við formanssessinum so hevði eg kravt av feløgunum at tey góvu mær mandat til at gjøgnumføra broytingar, og tað vóru feløgini ikki búgvin til.
– Tí hevði eg ikki tikið við afturvali, men hinvegin er tað eitt sindur løgið at nýggi formaðurin, sum nú er valdur, av somu feløgum bleiv steðgaður fyri fáum árum síðan tá hansara uppskot um sáttmála við landsliðsvenjaran vóru steðgað, tí tey høvdu koyrt HSF á húsagang.
– Men hetta er júst trupuleikin allan vegin í HSF. Feløgini meina eitt í dag og so eitt annað í morgin, og tí havi eg sera lítlar forvæntningar til nýggju leiðsluna í HSF.

Eigur framvegis pengar til góðar
Eivind Jacobsen sigur at fíggjarstøðan hjá HSF fyrstu tíðina hann tók við var sera trupul og tí legði hann persónliga pening út fyri hondbóltssambandið.
– Hetta gjørdi eg tí HSF átti ikki pening til rokningar, men nú teir koyrdu meg frá sum formann spurgdi eg um teir ikki kundu geva mær peningin sum eg eigi til góðar hjá sambandinum.
– Talan er bert um einar 20.000 krónur, men teir spurdu um eg ikki kundi vera banki hjá HSF eina tíð afturat tí teir áttu ikki tøkan pening í løtuni. Tað havi eg heldur einki ímóti tí eg ynski Hondbóltssambandinum alt tað besta. Vónandi fer tað at eydnast nýggju leiðsluni at fremja broytingar, men sjálvur havi eg lítlar vónir.