Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steven Gerrard: “Eg kann jú ikki sleppa Liverpool!”

John William Joensen

– Hetta var stórsta løtan í lívi mínum og nú ber als ikki til at skifta felag!, sigur Liverpool liðskiparin í samrøðu við heimasíðuna hjá Liverpool.


“Tað kann ikki koma upp á tal at skifta felag eftir eina slíka uppliving! Eg havi veri alt og skiftandi í ár, men komandi ár fara tit at uppliva ein annan Steven Gerrard í reyðu blusuni!” segði liðskiparin ovurfegin.
“Teir bukaðu okkum í fyrra hálvleiki, og vit fóru til hálvleiks við høvdunum undir arminum.
Men venjarin var ikki ráðaleysur. Hann framdi broytingar og fekk banka trúgvina inn í heysin á okkum aftur!”
“Tá vit komu út aftur á vøllin vóru vit avgjørdir um at stríðast fyri viðhaldsfólkini. Vit vistu at mong av teimum høvdu spart pengin saman í mánaðar fyri at koma til dystin í Istanbul. Onkur hevur sagt mær at tað vóru eini 20.000 viðhaldsfólk, men tað ljóði sum tað vóru nógv meira og tey eru fantastisk og tey eiga sigurin.
“Vit vóru eitt nýtt lið í seinra hálvleiki men í eykatíðini var ikki meiri orka eftir og vit royndu bert at klára okkum til brotssparkini.
“Nú vóni eg at UEFA fer at loyva okkum at verja meistaraheitiið. Kappingin eitur Champions League og tað er meiningsleyst at meistararnir ikki sleppa at luttaka komandi ár.!