Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjóðarítróttin

John William Joensen

Føroyingar eru sera glaðir fyri kappróðurin. Henda ítrótt verður roknað sum tjóðarítrótt okkara og tað er eisini ein frægd fyri eygað at síggja ungfólkini brúka alla sína orku í hesum serføroysku bátunum, ið hava so langa søgu á baki.

Fyrr varð mangan tikið til at "føroyingurin er føddur við ár í hond", men valla kann hetta sigast um okkum longur.
Tí er sera umráðandi at ítróttin verjir um føroyska bátin, tí hóast vit alt meira og meira flyta okkum burtur frá náttúruni, so er tað ein veruleiki at vit framhaldandi hava havið kring okkum og ikki er óhugsandi, at ættarliðini sum koma, aftur fara at hava eitt meiri vakið eygað við náttúruni og kanska eisini fara at liva meira uppá náttúrunar treytir enn vit hava gjørt nú í langt áramál.
Norðoyastevnan stendur fyri durum og vit fara aftur at síggja tey ymsu kappróðrarfeløgini úr øllum landinum kappast og spennandi verður at síggja, hvør hevur fyrireikað seg best og hvør fer at liggja í oddinum.
Nógv róðrarfeløg í landinum eru sera virkin og gera eitt stórt felagsarbeiði og sjálvboðið ungdómsarbeiði í nærumhvørvinum, tí er eisini sera umráðandi at samskiparin av hesi ítróttargrein, Róðrarsamband Føroya, virkar so væl sum tað eigur. Men her er langt, langt eftir á mál.
Vit søknast eftir at Róðrarsamband Føroya setir sær mál fyri ítróttina. Tað vit higartil hava sæð, at manningar skulu hava sum gularót at sleppa ein túr til Silly oyggjarnar at kappast í bátum, sum als ongan týdning hava í róðrarhøpi, kann ikki framhaldandi vera stevnumiðið hjá Róðrarsambandinum.
Seinnu árini eru róðrarfeløgini farin undir at venja innandura um veturin í sokallaðum rógvimaskinum, og hetta hevur gjørt tað møguligt hjá okkara rógvarum, eisini at rógva ímóti rógvarum úr øðrum londum "á maskinu", og tað er eitt frambrot.
Tað undrar tó, at Havnar Róðrarfelag, tá ið um inntøkur av róðrunum í Føroyum ræður, skal eiga buktina og báðar endarnar.
Sum Norðlýsið er kunnað, so eigur Havnar Róðrarfelag allar inntøkurnar av kappingini um Føroyameistaraheitið á Ólavsøku minus 15 prosentini, sum fara av til Róðrargrunnin og helst fáa teir eisini nakað aftur úr hesum grunni.
Fleiri av kappróðrarfeløgunum fáa sum skipanin virkar ídag, ongan "heimadyst", av tí einfaldu orsøk, at ongin góðkend stevna er í heimbygdini og fyri at greiða meiri frá ruðuleikanum í kappróðrarhøpi, so halda vit at tað er óskiljandi at ikki verður róð í Fuglafirði á hvørjum ári.
Hví skal kappróðrarárið so absolutt endað á Ólavsøku? Sum sagt áður, so venja feløgini stóran part av árinum til kappróður, men ikki fyrr enn á Norðoyastevnu fyrst í juni, byrjar kappingin og hon endar longu áðrenn juli mánaði er liðugur hóast eitt nú august mánaði kanska er ein tann veðurbesti mánaði av árinum.
Róðrarsambandið er komið alt ov stutt við síni tilrættarlegging og sigast kann, at Róðrarsambandið als ikki hevur fylgt við menningini, so er farin fram innan feløgini hesi seinastu árini.