Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

"Sel ikki skinnið, áðrenn bjørnin er skotin"

John William Joensen

Læs í Dimmalætting, ið var á gøtuni mikukvøldið, at Klaksvíkar Kommuna fór ígongd við at útbyggja Svimjuhøllina, soleiðis at umstøðurnar gjørdust meira barnavinarligar og at svimjuhøllin varð meira spennandi at vitja.


Ætlanin er, at gera eina skreiðibreyt í sunnara enda av høllina. Alt gott um hesa verkætlan, og takið eg fult undir við henni,
Men, eg haldið at verða alneyðugt at visa á, at ein ikki kann fara ígongd við eina slíka verkætlan, uttan peningur er tilstaðar á fíggjarætlanini hjá Kommunini.
Uppskotið, at fara ígongd við umbygging av svimjuhøllini, varð samtykt á býráðsfundi týskvøldið 24. mai, við tí treyt, at fígging varð útvega.
Mær vitandi, fyriliggur tað í skrivandi stund eingin játtan á fíggjarlógini til hesa umbygging. Tískil haldið eg tað vera átaluvert, at borgarstjórin "Selur skinni, áðrenn bjørnin er skotin

Vinarliga
Kristian Eli Zachariasen
Býráðslimur